Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bárður og Boris byggja brýr

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  05.11.2019 - 12:27 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Boris Johnson, bretskur forsætismálaráðharri, eru samdir um at styrkja samhandilin og samstarvið millum Føroyar og Bretland. Á fundi í Downing Street nummar 10 fyrrapartin umrøddu stjórnarleiðararnir í Føroyum og Bretlandi samstarvið landanna millum. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein føroyskur løgmaður er á fundi við ein bretskan forsætismálaráðharra í Downing Street.

“Tað er einki at taka seg aftur í, at Brexit letur upp fyri nýggjum samstarvsmøguleikum millum Føroyar og Bretland. Tað er avgerandi, at vit troyta allar møguleikar, og ávirka á røttum stað, so vit fáa so góð viðurskifti sum gjørligt við Bretland. Fundurin við bretska forsætismálaráðharran er eitt greitt tekin um, at bretar raðfesta samstarvið við Føroyar. Tað er mín greiða fatan, at Føroyar fara at fáa eina sterkari samvinnu við Bretland, nú bretar eru á veg úr ES, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Á fundinum í London fyrrapartin gjørdi løgmaður vart við, at Føroyar vilja breiðka handilssamstarvið við Bretland. Eisini umrøddu partarnir samstarv innan fiskivinnu, oljuvinnu og tænastuvinnu.

Bárður á Steig Nielsen greiddi eisini Boris Johnson frá, at tað komandi ár verður eitt 75 ára minningarhald í Føroyum í sambandi við, at bretska hersetingin undir seinna veraldarbardaga endaði.

“Føroyar og Bretland hava eina hendingaríka og spennandi søgu. Bretland er okkara nærmasti granni og nú ræður um at halda fram við at styrkja og menna gamla vinalagið og góðu viðurskiftini landanna millum sum næstu grannar í Landnyrðingsatlantshavi, heldur Bárður á Steig Nielsen.

Løgmaður nýtti høvi til at bjóða Boris Johnson at vitja Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París