Lýsing
Lýsing
Lýsing

More than one way to skin a cat

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.11.2019 - 14:17 Politikkur Tíðindi

Síðan klokkan 10 í morgun hevur orðaskiftið verið í Løgtinginum og hóast langt er millum ymisku polarnar í fiskivinnupolitikkinum, so tykist samgongan at leggja nógv fyri at fáa eina breiða semju. Hetta kann m.a. síggjast aftur í at samgongan ikki leggur eina nýggja fiskivinnulóggávu fyri Løgtingið men broytingar í verandi lóg um sjófeingi, sum hóast tær eru stórar, eisini geva rúmd fyri semjum.

Fleiri samgongulimir løgdu eisini dent á at uppskot sum fíggjarmálaráðharrin arbeiðir við har broytingar í skattalógini, er tætt knítt at broytingunum í fiskivinnulóggávuni. Tí er neyðugt sambært teimum at broytingarnar í skattalóggávuni verða samtyktar og settar í gildi samstundis sum broytingarnar í fiskivinnulóggávuni.
Baði anstøðu- og samgongulimir vóru samdir um at neyðugt verður at tillaga skattalógina soleiðis at ætlaða fría umsetiligheitin av veiðiloyvum verður skatta soleiðis at landi fær tryggja sín part.
 
Hóast onkar harðligar glosir, sum hoyrir til eitt orðaskifti um virðismikla tilfeingi, tykist orðaskiftið í løgtinginum í dag verða meira ”búgvi” enn tað var tá lóg um sjófeingið sá dagsins ljós.
 
Út frá orðaskiftinum undir fyrstu viðger at døma tykist politiska handfaringin av fyriliggjandi uppskoti at hava hepnast.
 
Hóast formaðurin í næststørsta andstøðuflokkinum gjøgnum orðaskifti higartil heldur fast um stóru noyligu lýsingarorðini so var vert at býta merki í meira sakligu móttøkuna sum forkvinnan í Løgtingsins vinnunevnd, sum eisini er partur av sama andstøðuflokki, gav uppskotinum hjá samgonguni.
 
Formaðurin í størsta andstøðuflokkinum og fyrrverandi Løgmaður, var eisini semjussøkjandi í orðavalinum hóast hann helt at uppboðsølan ikki var so miseydnað sum nógv tingfólk førdu fram.
 
 
”Tað eru fleiri mátar at skrædla eina kettu”, sigur enskt orðatak og tað tykist sum um at í hvussu stórir partar av andstøðu og samgongu eru so  troytt av at kjakast um fiskivinnu skipanina - at tey sum í dag hava fylgt og framvegis fylgja orðaskiftinum í løgtinginum kanska kunnu vóna at ein breið semja veruliga  er møgulig.

Øll søgdu seg vilja tryggja at fólki í landinum fingu sína sjófoyngisrentu hóast tey vóru ósamd um "hvussu man skuldi fáa skinnið av køttinum".
 
 
Les annars eina lýsing av broytingunum av ætlaðu broytingunum av verandi lóggávu frá síðu 23 á hesum skjalinum TRÝST HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…