Lýsing
Lýsing
Lýsing

Formaðurin í Tjóðveldi andøvur ímóti, men Bjørt er opin fyri semju

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.11.2019 - 18:05 Politikkur

Forkvinnan í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen forkvinna í Vinnunevndini, legði stóran dent á at tað vóru nógvir partar av uppskotinum hjá landsstýrinum, sum løgtingið kundi semjast breitt um.

Baði í morgun og seinrapartin hevur formaðurin í Tjóðveldi lagt eftir Norðlýsinum, sum fær stóra ábyrgd av at hansara polittiska barn – uppboðsølan – nú ongan góðan tykist eiga.
 
Formaðurin í Tjóðveldi tók sær sjálvum alla æru av at heimaflotin seinastu árini hevið fiska nógv og at tað m.a. gekk gott í norðoyggjum.
 
Í løgtinginum verður framvegis dúgliga kjakast um ætlaðu broytingarnar sum nývalda samgonga hevur boða frá.
 
Tá undanfarna samgonga bleiv skipað, stóð í samgonguskjalinum at ”Farast skuldi frá politiskari útlutan til eina marknaðarstýrda skipan”.
 
Hetta tulkaði formaðurin í Tjóðveldi, sum at alt fiskatilfeingi skuldi seljast um eina uppboðssølu, hóast tað frá byrjan var greitt at tað var ikki meiriluti fyri hesum í samgonguni ella í løgtinginum.
 
Serfrøðingabólkurin sum táverandi landsstýrismaðurin sett at gera eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna, fekk greitt vita frá landstýrismanninum at teir skuldu  einans viðgera  eina skipan við eini uppboðssølu. Eisini tá serfrøðinganevndin heitti á landsstýrismannin  um at sleppa at viðgera aðrar møguleikar vísandi til at politisk undirtøka var ikki í tinginum. Men landsstýrismaðurin helt fast um sítt  og tað sama tykist at koma fram í løgtinginum í dag brúkti stóran part av talitíðini til ræðumyndir og at hyggja aftureftir har hann høgdi til vinstru og høgru at ábyrgdast fyri tað hann ikki megnaði.
 
Hetta var í stórari andsøgn til forkvinnuna í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, sum var jalig í viðger sínu av ætlaðu broytingunum, sum nýggja samgongan ynskir at fremja.
 
Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum spurdi Bjørt Samuelsen,  um Tjóðveldi kundi tikið undir við eini semju har uppboðssølan ikki var ein partur, men tað vildi forkvinnan ikki svara uppá, men hon segði seg verða sera jalig fyri at fáa almenn arbeiðspláss flutt út um landi.

Formaðurin í Tjóðveldi brúkti nógva orku at tosa um hvussu væl tað gekk í Klaksvík. Tað ger tað eisini, men einki var nevnt um at miðstaðurin spolar avstað frá restina av landinum. Niðanfyri endurgeva vit nýggjastu tølini frá Gjaldstovuni um skatta inntøkurnar hjá nøkrum av stóru kommunum kring landið og fólkatalið í ymisku økjunum. Tey vísa veruleikan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"