Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útblaking sambært KVF og útblaking sambært Norðlýsinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.11.2019 - 15:38 Tíðindi

Meðan fyrrverandi og núverandi tíðindaleiðarin í KVF, Liljan & Georg, stórfegnast um at hava fingið eitt videobrot frá ”floytublásara” umborð á Nærabergi, sum vísir fisk renna á sjógv frá Nærabergi, dugur Oliver Joensen, sum í meira enn 40 ár hevur verið blaðstjóri á Norðlýsinum, einki tíðindavirði at síggja í høvuðstíðindunum hjá KVF gjárkvøldi.

“Tað hevur sanniliga verið saknur í tær, Barbara Holm.. Røsk. Óalmindiliga røsk…. Skrivar Liljan Weihe á Facebook, meðan Georg L. Petersen, sum er virkandi tíðindaleiðari í KVF gevur ein “Tummil upp”.
 
Oliver Joensen, sum framvegis er blaðstjóri á Norðlýsinum, skrivar soleiðis í viðmerking til sama video, á sínum Facebook vanga:
 
Hvat er útblaking
Miðlarnir hava gjørt nógv burturúr einum lítum filmbrotið, sum er gjørt umborð á Nærabergi. Sjálvur havi eg roynt at hugt og talt hvussu stórar nøgdir talan er um, at Næraberg skal hava “blakað” út. Ilt er at koma til nakra sum hest niðurstøðu og tað líkist meira tí, sum í mínum hugaheimi er at koyra spiltan fisk yvir borð.
Tað hava vit gjørt í øldir. Eisini í dag, koyra vit yvir borð, tað, vit ikki kunnu brúka. Rokni við, at flestu útróðrarbátarnir blaka innvølir í havið aftur, tí líkinda prísur fæst ikki fyri innvølirnar.
 
Útblaking
hevur í mínum hugaheimið havt eitt sera negativt orð á sær í samband við kvotaskipan. Tá eitt skip fær eina kvotu, so er hámark fyri hvussu nógv kilo tú kanst fiska. Í tí sambandinum hava vit sæð, at skip hava valt at blaka fisk út aftur í havið, ið ikki stendur mátini, ið geva hægsta prísin.
Tá hava vit onkuntíð sæð myndir har havið hevur floti av deyðum fiski aftaná trolarum, simpult hen tí at fiskurin var ov lítil at geva góðan prís og skipið tí ikki vildi hava hann í lastina at taka burturav tosastalinum í skipinum var tillutað. Tað snýr seg nevniliga ikki bert um vinning til reiðarar, men so sanniliga eisini um løn til manningina. So kom skipið aftur við fullari last av undirmátarum, so var ikki til smør á breyðið hjá teimum, ið baldust á sjónum.
Tað kann væl vera, at lógin sigur, at fiskur ikki á blakast út aftur og heldur ikki avfall. Men eg dugi ikki at síggja, hví fiskaavfall frá framleiðsluni umborð ikki skal kunna sendast aftur í havið, til føði fyri nógv av tí, sum har livir. Um fiskurin livir alla ævi sína í havinum, so doyr hann jú eisini har.
 
Sí myndir niðanfyri.
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fosturtøkumálið samtykt - woke brigadan…
Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari
Tá WC kom í skúlan í Hvannasundi
Sanktiónsmálið samtykt
Jóla­hugnaløta í kirkju­kjallaranum
Hallgerð og Anfinn vitja Norðlýsið
Eg eri ikki við í hesari korruptión­ini
Gerðabýti í Javnaðar­flokkinum
Syngja jólini inn í Kunoyar kirkju
Stakkavík 8.000 pund
Kropsligt sjálvræði nú!
Bartal og Bjarni og vinir teirra
Fosturtøkumálið fellir - woke brigadan t…
Hvat nú, um fostrið er eitt menniskja?
Jólarøðan hjá Elsebeth í Ánunum
Herman Samuelsen við jólatræið á Norðoyr…
Jólaklipp, sangur, borðspøl og hugni
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Hugburðsbroyting á ovastu rókunum er ney…
Í hugnaliga jóla­prýdda býnum tendraði va…