Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lars Rohde er forstjóri í danska tjóðbankanum, sum í dag hevur almannakunngjørt greining av føroyska búskapinum. | Mynd: Danmarks Nationalbank

Tjóðbankin: Kommunurnar mugu fáa greiðari karmar

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  13.11.2019 - 11:50 Tíðindi

Sambært danska Tjóðbankanum hava føroysku kommunurnar ov fríar teymar at økja almennu útreiðslurnar.

Í nýggjari greining frá danska Tjóðbankanum verður nakað gjørt burtur úr fíggjarligu kørmunum hjá føroysku kommununum. Eitt nú verður staðfest í greiningini, at ein týðandi partur av økingini í almennum størvum síðan 2013 er innan fyri tær einstøku kommunurnar.

Kommunurnar eiga at sleppa at spara upp

Bankin vísir á, at verandi búskaparligu karmar økja um vandan fyri, at kommunurnar viðvirka til seta meira ferð á búskapin í hákonjunkturinum. Kommunur sleppa t.d. ikki at spara upp til komandi ár, men skulu brúka eitt møguligt avlop í fíggjarætlanini til antin lægri skatt, nýggjar útreiðslur ella íløgur.

Búskaparligu karmarnir hjá kommununum tarna møguleikunum hjá landsstýrinum at føra ein støðufestandi fíggjarpolitikk.

Greiðari karmar fyri kommunala geiran

Tjóðbankin mælir tí til at skipa karmarnar kring fíggjarpolitikkin av nýggjum við tí endamálið at styrkja búskaparstýringina framyvir.

Tað kundi latið seg gjørt við at broytt stýringina av kommunum og lagt fíggjarætlanirnar hjá landsstýri og kommunum fastar í bindandi avtalur. Ein slík nýskipan kann virka við til, at tann búskaparliga menningin verður støðugari framyvir.

Staðfest verður í greiningini, at kommunurnar røkja ein vaksandi part av almenna geiranum, men at í mótsetning til støðuna í Danmark eru ongin mørk fyri útreiðsluvøkstrinum hjá kommununum. Í Danmark verður útreiðsluvøksturin hjá kommunala geiranum lagdir fastur í árligum fíggjarætlanarsamráðingum millum land og kommunur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni