Lýsing
Lýsing
Lýsing
Danski tjóðbankin greinar føroyska búskapin. | Mynd: Danmarks Nationalbank

Tjóðbankin um fiskivinnupolitikkin: Rós og rís!

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  13.11.2019 - 12:20 Tíðindi

Smidleiki og eggjan at lata kvoturnar upp í hendurnar á færri skipum kann tryggja, at skipanin ikki darvar produktivitetsvøkstrinum í fiskivinnuni, staðfestir Tjóðbankin í greining. Men landið má ikki taka ov lítið í tilfeingisgjøldum, ávarar bankin eisini um.

Í nýggjari greining av føroyska búskapinum viðger danski Tjóðbankin stutt ætlaðu broytingarnar í fiskivinnulóggávuni í Føroyum, sum nýggja landsstýrissamgongan ætlar at fremja í verki. Bankin staðfestir, at landsstýrið ætlar at avtaka uppboðssølu av rættindum og í staðin veita longri varandi umsetilig rættindi. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á smidleikan við umsetiligum rættindum:

Ein fiskivinnulóggáva við hóskandi smidleika kann virka við til, at fiskikvoturnar koma til gagns samfelagsbúskaparliga, og ein slík lóggáva kann tryggja, at tann tøkniliga menningin er til frama fyri vinnuna. Verða kvoturnar brúktar betri, fer tað at stimbra produktivitetsvøksturin í fiskivinnuni við m.a. at brúka fiskimegina á fullgóðan hátt, t.d. við at lækka talið av fiskiførum.

Men umframt rósandi orðini um øktan smidleika við umsetiligum rættindum og tileggjan til rationaliseringar, hevur danski Tjóðbankin eisini peikifingurin á lofti og mælir til hægri tilfeingisinntøkur:

Tað er týdningarmikið, at ágóðin til landskassan frá avgjøldum frá felags fiskatilfeingi ikki minkar í einari møguligari nýggjari nýskipan. Møguleiki er harafturat enn at økja inntøkurnar hjá landskassanum frá fiskivinnuni.

Víðari ávarar Tjóðbankin um neiligu avleiðingarnar, um landsstýrið í nýggju skipanini krevur ov lítið inn frá fiskivinnuni við tilfeingisgjøldum:

Tann lági skatturin á fiskatilfeinginum ávirkar ikki bara býtið av tilfeingisrentuni millum vinnu og landskassan. Eisini er vandi fyri, at hægri lønir og avlop í fiskivinnuni binda meira arbeiðsmegi og kapital í vinnuni enn neyðugt. Tað fer at darva produktivitetinum í vinnuni og harvið eisini vælferðini í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF