Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir vann 3-0 móti ÍF

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.11.2019 - 06:56 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Mjølnir menninir greiddu sína skyldu á heimavølli, tá teir vunnu 3-0 móti ÍF

Greipuvinnararnir frá í fjør eru byrjaðir væl uppá kappingarárið. Teir vunnu ígjárkvøldi sín næsta dyst av tveimum. Hesaferð vitjaðu menninir úr ÍF. Tvey tey fyrstu settini vann Mjølnir rímuliga trygt, hóast teir vóru aftanfyri 11-5 í fyrsta setti. Triðja settið gjørdist meira javnt og Mjølnir skuldu heilt upp í 29 bóltar fyri at avgerða dystin. 

Venjarin Phil Freere ger nógv burturúr at fáa ungar leikarar inn á liðið. Seinasta dyst fingu tveir blaðungir menn teirra fyrsta dyst á besta liðnum og í dag fekk aftur ein kjansin. Jóan Petur Samson kom inn eitt stutt skifti og gjørdi tað gott. 

Trygvi Hansen sum gjørdist ársins miðjuleikari í fjør, hevur í eina tíð verið darvaður av pínu í hondini og í vikuni hevur hann fingið staðfest at hondin er brotna. Hann hevur ikki leikt enn fyri Mjølnir í ár, og tað fara at ganga nakrar vikur til hann aftur kann spæla. 

Settúrslitini vórðu: 25-20, 25-19 og 29-27

Næsti dystur hjá Mjølnir monnunum er leygardagin í Sørvági tá SÍ bíðar. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París