Lýsing
Lýsing
Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Viðmerkingar til greinina um “at fella í ónáðir”

SKRIVAÐ: Lasse Klein  |  14.11.2019 - 10:56 Lesarabrøv Tíðindi

Síðani undirritaði skrivaði greinina: “... tey stúra fyri forfylging, smáligari elting og at fella í ónáðir ...”, hava nógv fólk gjørt vart við seg, greitt frá dømum, og hvørja ávirkan teirra ALMENNU viðmerkingar hava havt fyri tey og teirra familju. Takk fyri tykkara ískoyti.

Frágreiðingarnar vóru stundum daprar, nívandi, ógvusligar og hjartanemandi at lurta eftir.

Men tað eru ikki bara tey, sum gera vart við seg, sum ALMENNIR viðmerkjarar, skriva greinar ella lesarabrøv, men eisini øll hini, sum ikki troysta sær yvirhøvur at luttaka í almennakjakinum. 

Júst orsaka av teimum sjónarmiðum, sum komu fram í grein míni, halda tey seg burtur frá at luttaka í almenna orðaskiftinum. Tey vóru sanniliga døpur í huga, og lótu ongan iva vera um vónloysi teirra.

Hetta vóru boðini frá teimum!

Hvørji eru hesi fólkini?
Hugsaði við mær sjálvum: hvat er hetta fyri samfelag vit liva í, hvørju eru hesi fólkini, sum ræða øðrum fólkum frá at gera almennar viðmerkingar?

Jú, umframt “privatir” einstaklingar, so sita nøkur í almennum størvum, onnur, sum fólkavald umboð, og tá eg spyrji hvørji tey umboða, so svara tey flestu sum í ein munn, at tey hava varhugan av, at tey í høvuðsheitum umboða:

1.    Síni egnu áhugamál

2.    Áhugamálini hjá familju, vinum og kenningum

3.    Áhugamálini hjá sínum egna arbeiðsplássi.

..... og at áhugamálini hjá samfelagnum í síni heild komu í FJÓRÐU røð.

Hetta vóru frágreiðingarnar. Eftir mínum tykki ódámligar útsagnir.

Fólkaræði ikki ein trupulleiki, men
Men heilt samdur eri eg kortini ikki við øllum útsagnunum. Tað finnast fólk í almennum ábyrgdar størvum, sum røkja størv síni samvitskufult og á ein fyrimyndarligan hátt, spell er tað, at tað skulu vera tey fáu, sum á ein ófantaligan og óunniligan hátt IKKI gera sítt arbeiði til lítar, sambært teimum ásetingum, sum tey til eina og hvørja tíð eru fevnd av.

 

Tað er ikki skipanin hjá fólkaræðinum, sum er ein trupulleiki, men tey fáu, sum ikki duga sær hógv, og sum brúka støðu sína tilvildarliga og á ein óhøviskan hátt til egnan fyrimun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg skilji ikki hví tað er so týdningarmi…
Kongstrúgvir føroyingar í øldir
3-3 gjørdist úrslitið ímillum KÍ og HB í…
Málríkur javnleikur millum KÍ-HB
Mjølnir kappingin í gongd
Treysti í Íslandi
KÍ móti HB í morgin
Nú fer Sp/­f Jarðir til verka
Team Klaksvík spælir fyrsta steypadystin…
Tey kristinkonservativu svara aftur
Jonas Dal var væl nøgdur við Patrik
Mjølnir kapping byrjar í morgin
Stjórin á Heilsuskúla Føroya skilir ikki…
Lesandi á Glasi møttu borgar­stjóra úr vi…
Føroyingar helst ikki øðrvísi enn fjøld…
Broyting: Sølan útsett tveir tímar
Epli & Grønmeti av Sandi
Brandur á veg inn á Hvannasund
Fuglafjarðar kvøldskúli
Integration.fo nýggjur føroyskur miðdepi…