Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Móttøka hjá BankNordik

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.11.2019 - 10:17 Myndarøð Tíðindi Vinna

Heilt nógv fólk møttu til móttøkuna hjá BankNordik í gjár

Nýggi bygningurin liggur á Biskupstorgi og hann tekur seg væl út. Sera snotuligur við serstakari góðari útsikt.

Einar Tróndargjógv er nýggjur leiðari á deildini hjá BankNordik í Klaksvík. Hann beyð vælkomin og greiddi frá um ætlaniniar og virksemi hjá BankNordik. Einar takkaði starvfólkunum, ið høvdu verið við í tilgongdini at gera bygningin.

Einar segði soleiðis:

Eg skal vegna starvsfólkini her á deildini bjóða tykkum øllum at hjartaliga vælkomnum í okkara nýggja banka.  Eg eiti Einar Tróndargjógv, og eg eri nýliga settur í starvið sum leiðari her á deildini. So fyri meg er hetta ein heilt serligur dagur.

Hetta er eisini ein løta, sum vit starvsfólk hava glett okkum ómetaliga nógv til. Tilgongdin at fáa nýggan banka hevur verið eitt sindur drúgv, men nú standa vit her í ljósu og snotiligu hølunum, sum vit eru sera væl nøgd við. Sum starvsfólk hava vit eisini fingið møguleika at seta okkara fingramerki á nýggju deildina, og tað eru vit bæði fegin um og takksom fyri.

Hóast vit bara hava verið til arbeiðis í nýggja umhvørvinum í nakrar heilt fáar dagar, kenna vit okkum longu sum heima, og vit gleða okkum til at fáa ein gerandisdag her á staðnum, og til at bjóða okkara kundum vælkomnum

 

Einar gav síðani Turið F. Arge, rakstrarstjóra í BankNordik orðið og hon fegnaðist m.a. um nýggja bygningin hjá BankNordik.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt síðani røðu og gleddist um miðbýin sum veksur í vavi. 

Vit lata myndirnar niðanfyri tala

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…