Lýsing
Lýsing
Lýsing

BankNordik í nýggj hølir í Klaksvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.11.2019 - 12:47 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í morgun lat nýggja deildin hjá BankNordik við Biskupstorg upp á fyrsta sinni. Norðlýsið var á vitjan har í morgun, og starvsfólkini tóku sera væl ímóti okkum. Móttøka verður annars ikki á nýggja bankabygninginum fyrr enn hósdagin.

Í dag  vitjað viðskiftafólk ikki so tíðum á gátt, søgdu tey okkum. Nógv tann stórsti parturin av samskiftinum gongur yvir internetið. Men, løgdu tey dent á, tað er hinvegin sera umráðandi, at viðskiftafólk hava fólk at koma til í bankanum, tá internetið og sambandið tann vegin ikki er nóg mikið.

Nýggi bygningurin er í tveimum hæddum og hóast hann ikki er serliga stórur, so tóktist gott pláss at vera hjá starvsfólkunum og til móttøkuna.

Sjálvandi er eisini ein sjálvtøkuautomat uttanfyri, men harafturat ber eisini til at fáa løtt sær bilin, um ein hevur brúk fyri tí.

Nógv tos hevur verið í Klaksvík um hendan bygningin, sum knappliga kom afturat Biskupstorgi, men nú alt er um at standa liðugt, sær bara gott út á økinum. Uttanfyri er nógvur aktivitetur í samband við at gera økið uttan um endaliga liðugt. Sum skilst er eisini gongd komin á at gera skoytubanan til veruleika.

Vit ynskja BankNordik hjartaliga tillukku við nýggja bygninginum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…