Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fjøllini norðanfyri eru hvít. Í heyst hevur kuldin ligið nokkso leingi. | Mynd: talgildu.fo

Høgættin kemur aftur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.11.2019 - 16:33 Tíðindi Veðrið

Nú lágættin er afturkomin, varð spátt her á portali Norðlýsisins, at høgættin fór at koma aftur longu í kvøld. Sum tað sær út í løtuni, so verður tað júst soleiðis…

Lágtrýstið, sum dregur alla luftin til sín, hevur tikið eina somu leið, sum spátt varð í gjár. Í hesum døgum koma lágtrýstini nær Føroyum. Taka tey eina aðra leið, sum bert er beint við síðuna av tí , sum mett varð, so verða allar forsagnir gjørdar til skammar.

Jú, viðhvørt skal ikki nógv til…

Sum tað sær út nú, so vendir ættin upp í norðan klokkan 20 í kvøld. Vindferðin er ikki nógv – heldur ikki eftir at høgættin er komin.

Í morgin fer ættin at liggja ímillum vestan og norðan. Lítil og eingin vindur.

Mánanáttina fer ættin eystur um norðan aftur – har sum hon hevur ligið mestum út í eitt síðan áðrenn Ólavsøku.

Fyrstu dagarnar í næstu viku fer ættin at liggja ímillum norðan og eystan. Ikki nógvur vindur – ikki upp um 10 m/s.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu