Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lat djúpvatnstrolararnar fáa tonsini

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  19.11.2019 - 14:41 Politikkur Tíðindaskriv

Nú samgongan eftir øllum at døma ætlar at avtaka uppboðssøluna, hevði tað verið eitt gott íkast til raksturin hjá djúpvatnstrolarunum, fingu teir tonsini av toski í Barentshavinum, sum annars høvdu verið seld á uppboði. Tað heldur Henrik Old, sum í morgin fer at seta landsstýrismanninum við fiskivinnumálum ein munnligan fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Í ár vórðu seld á uppboðssølu 2312 tons av toski í Barentshavinum við eitt ára loyvi. Nú samgongan hevur avgjørt, at einki skal seljast á uppboðssølu komandi ár, eru tað sostatt 2312 tons, sum ikki eru markað til nakran ávísan. Seinastu árini hevur úrslitið hjá djúpvatnstrolarum ikki verið nakað serligt, og sum støðan er nú, eru einans fimm djúpvatnstrolarar í rakstri.

 

- Tað kundi verið eitt gott íkast hjá hesum skipum at sloppið at fiskað hesi gott 2300 tonsini. Harumframt hevði tað gjørt stóran mun hjá flakavirkjunum at fingið hesi tonsini landað í Føroyum. Hetta bleiv roynt fyrra partin av 90unum, tá djúpvatnstrolararnir sluppu yvir í norskan sjógv at royna um várið, tá fiskurin var innarliga og vestanliga, og skapti tað stórt virksemi á fleiri flakavirkjum, sigur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

 

Henrik Old vísir á, at fyri at kunna føra fiskin feskan heim til Føroya, er best, um trolararnir sleppa at fiska størra partin í norskum sjógvi, og hann leggur afturat, at tað tó ikki neyðugt fyri teir, sum kunnu frysta fiskin umborð.

 

- Fyri teir fimm trolararnar, sum í løtuni eru í rakstri, hevði tað givið einar tríggjar túrar til hvønn trolara, og tað hevði munað í rakstrinum. Tí fari eg at seta Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, ein fyrispurning um, hvat hann ætlar sær at gera við tonsini í Barentshavinum, sum nú ikki verða seld á uppboði komandi ár.

 

Munnligir fyrispurningar eru á skrá í Løgtinginum í morgin. Tingfundurin byrjar klokkan 11.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…