Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkaflokkurin í 2017: Viðurkennið Jerusalem sum høvuðsstað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.11.2019 - 11:18 Mentan Politikkur Tíðindi

Fólkaflokkurin vónar, at ikki bert USA, men eisini onnur av heimsins londum viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels og vinda síni tjóðarfløgg í húnar hátt yvir sínum sendistovum í Jerusalem, søguliga og tískil náttúrliga høvuðsstaði Ísraels

Rumbul er í løgtinginum nú Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharri ynskir at stovnseta sendistovu í Jerusalem. Fólkaflokkurin sendi í 2017 út tíðindaskriv har fólkaflokkurin tekur undir við at stovnseta sendistovu í Jerusalem, 

Tíðindaskrivið frá Fólkaflokkinum í 2017

Fólkaflokkurin boðar við hesum alment frá, at vit fegnast um og taka undir við, at Jerusalem verður viðurkendur sum høvuðsstaður Ísraels.

Jerusalem verður nevndur 6-700 ferðir í gamla og nýggja testamenti, hevur verið heilagi staðurin hja Ísraels fólki síðan ísraelski staturin varð stovnaður og viðurkendur av ST í 1948, hjá jødum allar tíðir og hjá kristnum fólki kring allan heim í 2.000 ár.

Býurin verður als ikki nevndur í Koranini og er tí ikki søgulig ogn hjá palestinum, so sum muslimar halda uppá.

Í ár eru 50 ár, síðan Jerusalem aftur gjørdist hart vunna ogn hjá statinum Ísrael og ísraels fólki í 6-daga krígnum 1967.

Fólkaflokkurin vónar, at ikki bert USA, men eisini onnur av heimsins londum viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels og vinda síni tjóðarfløgg í húnar hátt yvir sínum sendistovum í Jerusalem, søguliga og tískil náttúrliga høvuðsstaði Ísraels

Fólkaflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini