Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársins leikari í gipsi komandi tíðina

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.11.2019 - 16:53 Ítrottur Tíðindi

Jóannes Bjartalíð skal binda frið komandi vikurnar.

23 ára gamli Jóannes Bjartalíð, sum í 2019 bleiv føroyameistari, toppskjútti hjá KÍ, ársins leikari hjá KÍ, ársins leikari í Betri Deildini og fekk sínar fyrstu A-landsdystir, harav fleiri sum dagsins leikari, skal ganga við gipsi næstu vikurnar eftir ein skaða, sum hann fekk í 1. umfari í ár í dystinum móti HB.
- Eg fekk eitt lítið brot í bátabeinið í hondini eftir nærdyst móti HB í 1. umfarinum 10. mars. Eg skal ganga við gipsi á arminum og hondini komandi 6-7 vikurnar. Eftir tað skal eg í skannara at vita, um neyðugt verður við skurðviðgerð, sigur Jóannes Bjartalíð við Norðlýsið.

Áskoðararnir sum hava fylgt væl við hava eisini sæð, at Jóannes hevur spælt við einum bindi um hondina allar dystirnar í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð