Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vaktarskifti á Reyni Service

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.11.2019 - 16:24 Myndarøð Tíðindi Vinna

Nógv fólk vórðu komin saman í Klingrugarði, at siga takk fyri megnaravrik í drúgvt áramál við Hans Berg Hammer og heilsa Rúna Klein Joensen blíðan byr í starvinum sum nýggjur leiðari hjá Reyni Service í Klaksvík.

Hans Berg Hammar takkar fyri seg í starvinum sum leiðari hjá Reyni Service í Klaksvík eftir drúgvt áramál. Í hansara stað kemur Rúni Klein Joensen. Reyni Service skipaði fyri almennari móttøku í hesum sambandi í teirra snotuliga bygningi. 

Eivind av Reyni, stovnari og fyrrverandi stjóri í Reyni Service beyð vælkomin og helt síðani eina røðu. Eftir hetta sungu tey úr 17 sangarum tveir sangir og síðani fekk Sámal av Reyni stjóri orðið og helt hann eisini eina røðu. 17 sangarar sungu síðani aftur nakrar sangir. Kórið er stjórna av Jógvan við Keldu og til stuttleikar kann nevnast at sama kór sang tá bygningurin hjá Reyni Service í Klingurgarði varð tikin í nýtslu í 2008. 

Eivind av Reyni handaði síðani blómutyssi til ávíkavist Hans Berg Hammer og Runa Klein Joensen

Eftir hetta varð bjóða til ein betri bita har nógv leskiligt var at fáa. Tey mongu uppmøttu fingu gott høvið at heilsa uppá Hans Berg Hammer og Rúna Klein Joensen, umframt at fáa fleiri hugnalig prát henda fríggjadag seinnapart. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París