Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jenis hevur ráð til sína Jorsalaferð

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  22.11.2019 - 16:30 Tíðindi

Fesk greining hjá danska Tjóðbankanum av føroyska búskapinum vísir, at donsku hóttanirnar um at avtaka blokkstuðulin eru tómar: Jenis hevur allíkavæl ráð til sína Jorsalaferð.

Neyvan hevur tað verið ein partur av væl skipaðu miðlaætlanini hjá uttanríkismálaráðharranum. Men dagin fyri, at Jenis í donskum miðlum í farnu viku boðaði frá ætlan síni um at seta á stovn sendistovu í Jerusalem, kunngjørdi danski tjóðbankin greining av krútsterka føroyska búskapinum. Ein greining, ið kann geva Jenisi ís í búkin, nú danskir politikkarar kropp á kroppi ávarað ímóti at seta ríkisfelagsskapin í vanda.

Greiningin gevur eina jaliga støðumynd av føroyska búskapinum:

"Tað hevur gingið framá hjá føroyska búskapinum tey seinastu seks árini. Sterkasta drívmegin aftan fyri framgongdina er stór prísøking á alilaksi og størri veiða av serliga makreli og sild. Hesar báðar orsøkirnar hava økt inntøkurnar og hava ført til størri almennan og privatan eftirspurning."

Staðfest verður víðari, at framgongdin er væl grundað, tí búskaparvøksturin er størri enn vøksturin í lántøku, og at kanningar sýna eitt stórt bjartskygni hjá bæði húskjum og virkjum í Føroyum. Sambært Tjóðbankanum er búskapurin tí meira mótstøðuførur, tá ið konjunkturarnir fara at venda. Arbeiðsloysið er fallið til 1 prosent av arbeiðsfjøldini, sum er metlágt.

Eins stór virðisskapan fyri hvønn íbúgva

Við einum væntaðum vøkstri á gott 6% í ár verður BTÚ sambært Búskaparráðnum mett til 20,5 milliardir krónur í 2019. Sæð í mun til fólkatalið á 52.000 íbúgvar gevur tað eina virðisskapan á 394.000 fyri hvønn íbúgva. Hetta er neyvt sama virðisskapan fyri hvønn íbúgva, ið danski búskapurin væntast at skapa í 2019.

Umframt okkara egnu virðisskapan á góðar 20 milliardir krónur fær føroyska samfelagið eisini árliga blokkstuðulin á góðar 600 milliónir krónur umframt 200 milliónir krónur til fígging av ríkisumboðnum, løgregluni og dómstólunum. Hesar 800 milliónir krónurnar svara sostatt til 4% av BTÚ. Til samanberingar svarar danski stuðulin til Grønlands á 3,7 milliardir krónur til 20% av grønlendsku bruttotjóðarúrtøkuni.

Íroknað donsku veitingarnar er føroyska livistøðið tí hægri enn tað danska í miðal fyri hvønn íbúgva.

Stórur vøkstur í okkara arbeiðsvirkni

Í greiningini hjá Tjóðbankanum verður eisini hugt nærri eftir framgongdini á arbeiðsmarknaðinum. Staðfest verður at síðani ársbyrjan 2013 er arbeiðsvirkni økt við 16 prosentum. Framgongdin hevur serliga verið í byggivinnuni og hjá tí almenna. Fløskuhálstrupulleikar gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum, har fyritøkurnar hava trupulleikar við at fáa fólk í starv og darvar hetta tí vøkstrinum í løtuni.

Stóri vøksturin í starvsmøguleikum hevur viðført eina økta tilflyting av føroyingum búsitandi uttanlands. Eisini eru komnir tilflytarar úr serliga eysturevropeisku londunum seinnu árini.

Húsaprísirnir í Havn trýsta búsetingina út kring landið

Økta tilflytingin hevur lagt eitt trýst á bústaðarmarknaðin, tí útboðið av bústøðum ikki hevur megnað at fylgt við. Tjóðbankin hevur roknað út, at húsaprísirnir í miðstaðarøkinum vóru 41 prosent hægri fyrra hálvár 2019 í mun til 2014. Tí metir bankin, at prísstøðið í miðstaðarøkinum er komið á eitt støði, sum færri húsarhald kunnu og vilja gjalda. Fleiri leita sær tí út um høvuðsstaðarøkið, og tað hevur ført til hægri húsaprísir aðra staðni í landinum.

Føroyingar fíggja í vaksandi mun bústaðin við realkredittlánum, meðan vit søguliga sæð einamest hava brúkt bankalán sum bústaðarfígging. Fyrra hálvár 2019 svaraðu realkredittlánini til ein fjórðing av samlaðu bústaðarfíggingini.

Nýskipanir kunnu tryggja yvirskot og framgongd

Tjóðbankin sær tó eisini nøkur svørt skýggj fyri framman. Upp á longri sikt vil føroyska samfelagið sambært framskrivingunum hjá føroyska Búskaparráðnum fáa trupulleikar við fíggjarpolitiska haldførinum. Hetta kemst serliga av, at talið av eldri borgarum væntast at økjast nógv, meðan talið av íbúgvum í virkisførum aldri væntast at standa í stað. Tí fer almenna fíggjarlógin at mangla inntøkur til at fíggja bólgnandi vælferðarútreiðlsurnar upp á longri sikt.

Tí mælir Tjóðbankin til ávísar nýskipanir fyri at tryggja yvirskot á almennu fíggjarlógunum og framhaldandi búskaparvøkstur. Í Føroyum hava vit nýliga samtykt at hækkað pensjónsaldurin til 68 ár í 2030, og eftir hetta fer pensjónsaldurin lutvíst at fylgja menningini í livialdrinum. Tjóðbankin mælir til at hækkað pensjónsaldurin eitt vet skjótari, tí við núverandi ætlan verður pensjónsaldurin 70 ár í 2050, meðan hann í Danmark verður 72 ár til tað tíð.

Umframt pensjónsnýskipanir mælir Tjóðbankin til ávísar skattanýskipanir, ið kunnu tryggja fíggjarpolitiska haldførið. Eitt nú at innføra bústaðarskatt, avtaka rentustuðulin og áleggja føroyingum, ið starvast uttanlands, eina meira neutrala skatting av inntøkuni. Harumframt mælir bankin til at varðveita og økja um inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum.

Útflutningurin til Ísraels onki at siga

Tjóðbankin skjalfestir í greining síni, at føroyski búskapurin hevur havt stóra framgongd síðstu seks árini síðani framgongdin byrjaði í 2013. Men nú ætlanin er at stovna sendistovu í Ísrael, kann tað vera viðkomandi at hyggja nærri eftir, hvørt Ísrael er eitt týðandi útflutningsland fyri okkum. Har siga søguligu hagtølini greitt nei. Síðani 2013 hevur árligi føroyski útflutningurin til Ísraels verið eitt runt null hvørt ár uttan í 2017, tá vit útfluttu fyri 127.000 krónur svarandi til 0,001% av samlaða útflutningi okkara tað árið á 8,8 milliardir krónur.

Men hóast Ísrael er týdningarleyst sum útflutningsland, hevur landið allíkavæl stóran týdning fyri nógvar føroyingar. Hetta sæst greitt aftur í afturljóðinum á sosialu miðlunum í kjalarvørrinum av kjakinum um umstríddu fráboðan Jenisar - bæði fyri og ímóti ætlanum hansara.

Jenis hevur ongantíð dult fyri, at hann ynskir einar sjálvbjargnari Føroyar. Og hóast hann nú situr í samgongu við Sambandsflokkinum, kann ógvusliga fráboðanin í farnu viku tulkast sum ein provokatión ímóti donsku stjórnini. Feska greiningin hjá danska Tjóðbankanum kann geva Jenisi av Rana eitt dirvi, tá danskir politikkarar og opiniónsfólk annars nú hótta við at strika blokkin, um Jenis ikki etur orðini í seg aftur.

Við krútsterka føroyska búskapinum í rygginum kann Jenis bara svara: “Go ahead, make my day!”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…
Brúkar tú blinkaran?
Fíggjarlógar­arbeiðið úr einum javnstøðus…
Tøkk - Maria Sofía Skærtóra Viðoy
Fimleikafagnaður: Myndarøð partur 5