Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð - Harald Samuelsen Jensen

SKRIVAÐ: Olga  |  25.11.2019 - 10:33 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Ì seinna bræv Paulusar til Timoteus kap. 1 vers 12 stendur ” tí eg veit, hvønn eg trúgvi á, og eg eri vísur í, at Hann er mentur at varveita tað, sum mær er litið upp í hendur, til hin dag ”

 

Góði babba, mínir tankar ganga til tín nú  í eg siti her einsamøll og øll eru farin í song. Tað er merkiligt at vita at eg ongantíð kann koma niðan aftur á geilina at tosa og diskutera við teg, tín stólur stendur tómur uppi á geilini.

 

Tað kom ikki sum eitt sjokk at eg bleiv uppringd kl 05,56  at koma út á landssjúkrahúsið tíð at nú var ikki nógv eftir, longu 10 min seinni var tú farin, men gott er at vita at tú var ferðabúgvin, og klárur at fara her frá, babba  var ein trúgvandi maður.

 

Babba var 100 prosent sjómaður. Hann fór sum heilt ungur til skips. Eg minnist bara aftur til tað tíðina í hann var við Sundaberg. Tað besta í eg visti var tá íð babba sigldi  heim, tíð tá fingu vit systrarnar báðar solo sodavatn, ja tað var sum jólaaftan heima á geilini.

 

Í 1979 fingu vit ein lítlan beiggja, sum vit  systrarnar vóru stoltar tá, og ikki minni frøðin heima var stór. Men í 1982 vildi Harrin nakað annað enn vit og tók Jacob heim til sín, tá legði babba seg í land eina tíð og arbeiddi eina tíð á kósini, og seinni á matvøruvirkinum. Sum sagt so dróg sjógvurin, og babba vildi sleppa út aftur, hann fór so í summar ferðini at sigla við Norrønu og seinni bleiv tað so alt árið, hetta dámdi honum sera væl.

 

Babba fór eisini um ein tilkomin maður aftur á skúlabonk. Sjálvt um hann hevði verði kokkur í nógv ár, so hevði hann onga útbúgving, og hetta var nú forlanga, so har var einki annað at gera enn at seta seg at studera aftur. Hann plagdi at grína og fortelja at hann hevði gingið á universitetinum Skopun.

 

Babba hevði nógvar góðar gávur. Honum dámdi væl at sita og lesa. Minnist hvussu hann royndi at fáa søgu bókina so livandi, so at eg skuldi fáa áhuga fyri tíð .

Vit fóru mest sum hvørt summar niður til København. Har gekk tú frá antik foratning til antik foratning og leitaði eftur einari bestemtari bók sum æt ”livet på Færøerne”, hana fanst tú ikki í Danmark men uppi à ovastaloft hjá mær, eg hevði keypt eini gomul hús og vit skuldi tøma lofti, tú var á loftinum og eg skuldi taka ímóti, og knappliga so var stilt uppi á loftinum og eg rópti., men einki  svar, tú var komin fram á bøkurnar, hetta var dagur í viku, tú sum hevði brúkt so nógva tíð og gingið langt fyri at finna tær.

 Konga ættina kundi tú  alla, har kundi tú ikki seta hann fastan, hana hava vit mest sum fingið inn við móður mjólkini.

 Ikki at tosa um málningar. Hann kundi gott ringja bæði tíðliga og seint og fortelja mær um okkurt fø. málarí sum var selt í Danmark og hvussu nógv tað var selt fyri, hann elskaði at hyggja eftir sendingum har í málningar og gomul ting vóru seld,og hvat í tey fóru fyri, hetta kundi hann brúka langa tíð uppá.

 Gamlar og sjálvsamar myntir og seðlar tað samlaði tú eisini uppá, hetta hevur tú so yvirført til Jacobu, so tey seinastu árini hava tit báði keypt myntir í tit manglaðu, keyptu bøkur um myntir og lænti á bókasavninum.

 Syngja tað kundi tú eisini. Langabbasonurin Harry kallaði teg fyri sing abbi. Tú plagdi at fara eftir honum hjá pleygu mammuni og tá setti tú musik til og sang við fullum hjarta.

 

Góði babba tú hevur arbeitt sum kokkur alt títt lív, her høvdu vit góðar møguleikar at ringja fyri at fáa okkurt at vita um uppskriftir og hvussu eitt ella annað skuldi gerast. Og ikki at tosa um tá íð føðingardagar vóru, ja so ringdi vit fyri at fáa hjálp og at fáa føtini pyntaði. Ca 14 dagar aðrenn vit baði fóru niður fekk eg uppskrift uppá fisk & chips, sum tú gjørdi umborð til manningina umborð á Enniberg.

 

Tey síðstu árini, aðrenn tú legðist uppá land var tú við Enniberg ca 18 ár. Har dámdi tú sera væl.

Aftaná ein túr fóru tit til skotland at selja, tá hevði tú 2 abba synir við tær, tann túrurin er nógv tosa um og flent eftir hvussu tú og mamma royndu at tosa enskt.

 

Babba tú var ikki ein maður sum tosaði nógv, dámdi best at tað var friðarligt rundan um teg, men tú kundi gott koma við onkrun skoti til onkran ella okkurt stuttligt so at vit kundi liggja og flenna leingi.

 

2 páskadag vóru tú og mamma til døgurða hjá okkum, ikki varaði tað meg at hetta fór at verða síðstu ferð at tú var inni hjá mær. Dagin eftir ringir mamma og biður um hjálp, tann dagin bleiv tú innlagdur.

 

2 Maj fóru vit baði á Ríkissjúkrahúsið, tá íð nakrir dagar vóru farnir, sigur tú, at tú ikki kom livandi burtur úr hesum. Sjálv royndi eg at verða positiv og siga at hetta fóru vit eisini at klára.

 Góði babba eg eri sera takksom fyri vikurnar í vit høvdu saman í DK, og sjálvt um tú var sera sjúkur so vildi tú hava at vita hvat í tey gjørdu heima, vit sendu bíløt av okkum heim og tey sendu myndir niður til okkum, og hetta var tú sera glaður um. Sjúkrasystrarnar í DK søgdu fleiri ferð at tú var sera nemur at fáast við og vóru tær sera góður við teg. Tú hevði føðingardag tann 10 mai og  tá høvdu tær bestilt 2 dámur at spæla hørpu og violin fyri tær.

 

Tað kvøldi í vit fingu at vita hvussu sjúkur í tú var, var tú púra róligur, tú var ikki bangin fyri at doyggj segði tú, tí at tú visti hvønn í tú trúði á, og hvat í hann er mentur at varveita tað, sum tær er litið upp í hendur, til hin dag.

 

Góði babba eg vil takka tær fyri alt í tú hevur verði fyri meg / okkum og ikki minni hvat í tú hevur gjørt fyri okkum.

 

Hvíl í friði góði babba.

 

Olga

Lýsing
Seinastu tíðindini
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag