Lýsing
Lýsing
Lýsing

Havnar Arbeiðarafelag heitur á arbeiðsgevarar um at vísa hógv

SKRIVAÐ: Havnar Arbeiðarafelag  |  06.12.2019 - 12:19 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Havnar Arbeiðarafelag vísti í september á, at arbeiðir eiga at verða drýggjað, nú nógv ferð er á búskapinum. Vit endurtaka boðskapin, sigur Hans Joensen, formaður, nú Vinnuhúsið biður løgtingið um lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfesti fyrr í ár, at Føroyar eru á toppinum í einum hákonjukturi við metlágum arbeiðsloysi og metstórari arbeiðarafjøld. Felagið mælti eisini landi og kommunum til at gera langtíðarætlanir um, hvussu alment virksemi kann leggjast til rættis.

Hetta var skilatala, heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, men undrast á, at Vinnuhúsið biður løgtingið um, at útlendsk arbeiðsmegi skal hava lagaligari atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin, so meiri ferð kann setast á búskapin.

- Vit mæla arbeiðgevarunum til at taka atlit til føroysku arbeiðsmegina, sum skal virka og vinna til lívsins uppihald í Føroyum nú og næstu mongu árini. Í hesum sambandi hava ikki bara land og kommunur eina ábyrgd, men eisini tað privata, sigur hann.

Hans Joensen fegnast um, at Havnar Handverkarafelag nú eisini mælir til, at arbeiðir verða drýggjað, so øll arbeiðir ikki verða gjørd í senn í eini kapprenning um skjótan vøkstur.

- Arbeiðsgevararnir mugu duga sær hógv, tí vit hava fyrr sæð, hvussu djúpt vit kunnu falla, tá alt steðgar upp. Í teirri løtu er øll útlendsk arbeiðsmegi horvin, og eftir sita mongu limirnir í fakfeløgunum og hava onki at gera. Ta støðuna mugu vit ikki koma í, sigur Hans Joensen.

vinarliga

Havnar Arbeiðarafelag

Hans Joensen form.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!