Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hendan yvirskriftin finst á ba.no í dag. | Mynd: ba.no (skýggjamynd)

Mikkjal K. Thomassen hevur fingið bjóðað venjarastarv í næstbestu norsku deildini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.12.2019 - 16:23 Ítrottur Tíðindi

Venjarin Mikkjal K. Thomassen hevur tilboð úr Noregi.

Bergen Avisen skrivar í dag, at KÍ-venjarin Mikkjal K. Thomassen kann blíva komandi høvuðsvenjarin hjá Øygarden FK. Hetta liðið skal komandi kappingarár spæla í næstbestu norsku deildini. Við FM1 váttar Mikkjal, at hann hevur fingið hetta starvið bjóðað, og at hann nú í samráð við KÍ umhugsar støðuna. Hann hevur ikki tikið støðu til, um hann tekur av tilboðnum úr næstbestu norsku deildini at vera høvuðsvenjari ella um hann heldur fram í KÍ.

 

Mikkjal er í løtuni í gongd við at taka PRO-venjaraútbúgvingina í júst Noregi. Øygarden FK er eitt nýtt felag, sum tekur yvir luttøkuloyvið hjá Nest Sotra, sum hevur søkt um hesa broyingina. Mikkjal kann sostatt blíva fyrsti venjarin hjá Øygarden FK.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr