Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jørgen spælir jólamaður við rokning til kommunurnar

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  07.12.2019 - 07:30 Tíðindi

Ein lætti verður veittur til pensjónistarnar. Partur av rokningini fer til kommunurnar, meðan restin av rokningini fer til komandi ættarlið. Veikastu kommunurnar fáa størstu rokningina, og helst mugu tær tí hækka skattin. Hvussu stór er rokningin til tína kommunu? Fá svarið her.

Jólini komu tíðliga til pensjónistarnar í Føroyum í ár, tí tann 4. november legði Jørgen Niclasen fram trý lógaruppskot, sum tilsamans geva pensjónistunum ein lætta fyri 100 milliónir krónur komandi ár. Hetta er sambært meting Búskaparráðsins í hoyringssvari teirra til lógaruppskotini. Sambært hoyringssvarinum frá Kommunufelagnum endar ein fjórðingur av rokningini hjá kommununum, har tær veikastu kommunurnar við flest eldri borgarum verða harðast raktar. Hinir tríggir fjórðingarnir av rokningini eru ikki fíggjaðir, tí vil hetta viðføra eitt lægri yvirskot komandi ár, og harvið endar tann parturin av rokningini hjá komandi ættarliðum.

Føroyska samfelagið hevur uppliva stóran búskaparligan framburð seinastu 7 árini, sum feska greiningin hjá danska Tjóðbankanum eisini staðfesti og bleiv umrøtt í Norðlýsinum í farnu viku. Tí er tað onki undarligt ella forgjørt í, at okkara eldri borgarar eisini seta fram ynski um at fáa ein part av ágóðanum. Framburðurin hevur jú eisini við sær eitt hægri kostnaðarstøði. Politikkararnir hava lurtað og góvu gylt vallyftir, sum nú í ávísan mun verða hildin. Fíggjarpolitiskt er tað tó ein stórur trupulleiki, at hesir pensjónslættar ikki eru fíggjaðir, antin við hægri inntøkum ella sparingum, tí búskapurin tolir ikki enn meira stimbran.

Tórshavn hálvt prosentstig, Sand eitt prosentstig

Kommunufelagið finst í sínum hoyringssvarið hvassliga at landsstýrinum fyri at geva kommununum so stutta hoyringsfreist – bert nakrar fáar dagar – og stutt skotbrá at tillaga sínar ætlanir fyri komandi ár. Ei undir í, tí saman við lættunum til fyritíðarpensjónistarnar í farna samgonguskeiðnum og skattalættanum til lærlingar (sum bleiv lagt fram sama dag sum pensjónslættarnir) er talan um munandi inntriv í kommunukassarnar. Sambært hoyringssvarinum er talan um áleið 60 milliónir krónur árliga, ið væntast at vaksa komandi árini so hvørt stóru ættarliðini fara á pensjón. Sí talvuna við útgreining av mettu fíggjarligu avleiðingunum fyri einstøku økini og kommunurnar.

Tað er sera ymiskt, hvussu ymsu kommunurnar verða raktar av umrøddu lættunum. Sum dømi upp á munirnar á økjunum kann nevnast, at í Sands kommuna eru sløk 23% av borgarunum yvir 67 ár, meðan tilsvarandi talið fyri høvuðsstaðarkommununa er 14%. Lættarnir kostað tí eisini munandi meira í Sandoynni enn í Havn. Fyri hvønn borgara er kostnaðurin av lættunum kr 1.741 árliga á Sandoynni, meðan árligi kostnaðurin er kr 1.020 fyri hvønn borgara í Tórshavnar kommunu. Ein munur á heili 71%.

Sands kommuna hevur longu sum er eitt skattaprosent á 21% í mun til 19% í Havn. Um Sands kommuna skal lata rokningina víðari til sínar skattaborgarar má skattaprosentið hækkast við 1 prosentstigi til 22%, meðan Tórshavnar kommuna má skrúva sín skattasats upp við einum hálvum prosentstigi til 19,50%. Hetta kemst bæði av, at talið av eldri borgarum er so nógv størri í mun til íbúgvaratalið á Sandi, men eisini tí at miðal skattainntøkurnar fyri hvønn borgara er 13% hægri í høvuðsstaðnum enn á Sandi.

Sum tað sæst í talvuni frá hoyringssvarinum hjá Kommunufelagnum, er eisini stórur munur á kommununum í Norðoyggjum. Í Fugloyar kommunu svara skattainntøkurnar til sløk kr 60.000 fyri hvønn íbúgva, sum er 64% meira enn í Kunoyar kommunu. Fyri kommunurnar í Norðoyggjum undir einum svara givnu lættarnir til kr 1.144 árlig fyri hvønn borgara. Við eini miðal inntøku á gott kr 40.000 fyri hvønn borgara má Klaksvíkar kommuna hækkað skattaprosentið við 0,75 prosentstigum til 22,50%. So høgt skattaprosent hevur ongin kommuna í dag.

Tjóðbankin: Tørvur á nýskipan av kommunalu fíggjarstýringini

Í síni greining av føroyska búskapinum staðfesti danski Tjóðbankin eisini, at tað er ein átroðkandi tørvur á at endurskoða samspælið millum kommunalu fíggjarstýringina og tí hjá landinum, um tað skal eydnast at føra ein miðvísan fíggjarpolitikk:

”Núverandi búskaparligu karmarnir hjá kommununum eru við til at styrkja prosyklikalitetin í tí kommunala nýtslu- og íløgumynstrinum. Kommunur sleppa t.d. ikki at spara upp til komandi ár, men skulu brúka eitt møguligt avlop í fíggjarætlanini til antin lægri skatt, nýggjar útreiðslur ella íløgur. Búskaparligu karmarnir hjá kommununum tarna møguleikunum hjá landsstýrinum at føra ein støðufestandi fíggjarpolitikk.”

Víðari staðfesti Tjóðbankin, at inntøkugrundarlagið hjá kommununum er ov smalt, tí tær verða fyrst og fremst fíggjaðar av inntøkuskatti, og 30 prosent av landsins inntøkum frá vinnufelagsskatti, ið verða førdar yvir til kommunurnar. Harafturat veitir landið skattainntøkur frá pensjónsinngjaldingum og endurrindar kommununum fyri mista skattainntøku fyri teir borgarar í kommununum, ið ikki gjalda skatt í Føroyum orsakað av starvi og skattgjalding uttanlands.

Í greiningini bleiv mælt til at broyta viðurskiftini soleiðis at land og kommunur gera bindandi avtalur fyri fíggjarkarmarnar hjá kommununum. Slíkar avtalur skulu sjálvandi vera bindandi báðar vegir, soleiðis at Landsstýrið heldur ikki kann senda rokningar víðari til kommununa fyri politisk inntriv gjørt í fíggjarlóg landsins.

Lat kommunurnar fáa lut í tilfeingisinntøkunum

Á inntøkusíðuni hevur fíggjarmálaráðharrin eina nøt at knekka, sum snýr seg um at fáa gjørt eina haldføra skipan til uppkrevjing av tilfeingisgjøldunum, sum sambært samgonguskjalinum skulu vera á støði við tær í 2018. Sæð í mun til framgongdina í vinnuni, har tilfeingisinntøkurnar í ár eru øktar úr 300 milliónum krónum í fjør til 388 milliónir krónur, má roknast við, at landsstýrið eisini fer eftir eini inntøku ájavnt við í ár.

Fyri at tryggja haldførið og breiða undirtøku til eina skipan við tilfeingisgjøldum haldbara hevði tað óiva verið skynsamt eisini at forankra hana hjá kommununum. Tí hevði tað óiva verið eitt hugskot at latið kommunurnar fáa ein part av árligu tilfeingisinntøkunum. Á tann hátt fáa kommunurnar eisini fíggjarligt rásarúm til at lata borgarunum í nærumvhørvinum merkja ágóðan av einum framburði í tilfeingisvinnununum. Í feskari serfrøðingafrágreiðing um skipan við tilfeingisgjøldum í Noregi verður júst mælt til, at kommunurnar fáa ein stabilan part av ætlaðu tilfeingisinntøkunum, meðan landið átekur sær tær meira sveiggjandi inntøkurnar.

At tryggja haldførið í føroyska búskapinum er ein av høvuðsuppgávunum hjá landsins myndugleikum. Sæð í ljósinum av vaksandi avbjóðingunum við at fíggja bólgnandi vælferðarútreiðslurnar komandi nógvu árini, verður undir øllum umstøðum alneyðugt at endurskoða langtfreistaðu fíggjarstýringina hjá bæði land og kommunum.

Hóast framburðurin seinni árini hevur verið stórur, kann fíggjarmálaráðharrin ikki fleiri ár á rað spæla jólamaður við rokningum til kommunurnar og komandi ættarliðini. Tí framburður forpliktar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark