Lýsing
Lýsing
Lýsing
Djúpt lágtrýst fer tvørur um Suðuroy tíðliga í morgin ári. Tað fer eystur um Føroyar. Mesti vindurin verður í Norðoyggjum og Norðurstreymoy og Norðureysturoy. | Mynd: jn.fo

Stilli – áðrenn illveður

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.12.2019 - 12:37 Tíðindi Veðrið

Nú á middegi eru Føroyar beint undir hátrýstrygginum, sum er ímillum lágtrýstini. Veðrið er avbera gott, 1 til 3 m/s úr ymsum ættum.

Um nakrar tímar – t.e. umleið klokkan 15 – er lág eysturætt, og vindferðin um 5 m/s. Turt.

Ein tíma ella so seinni kemur eitt samanrunnið brúgvalag til Føroya úr útsynningi. Tað rakar fyrst Suðuroynna, men nakrar tímar seinni – t.e. umleið klokkan 19 – er regn ella vátakavaavfall um alt landið. Saman við tí veksur vindurin.

Á midnátt er vindferðin komin upp í 15 til 20 m/s, og ættin er farin upp í høgan eystan.

Miðjan á hesum lágtrýsti fer tvørtur um sunnara part av Suðuroy tíðliga í morgin ári, og tí verður meiri vindur norðanfyri enn í teirru sunnaru oyggjunum – longur norði, meiri vindur. Vindferðirnar í hesum tíðindatíðindum er metti vindurin norðanfyri.

Eftir midnátt er vindurin vaksin upp í 18 til 23 m/s klokkan 3 og upp í 20 til 25 m/s eftir klokkan 8 í morgin ári. Nógvi vindurin heldur fram allan morgindagin – tó at hann minkar niður í 20 m/s eftir middag. Ikki fyrr enn seint í annaðkvøld sæst ein munandi minking í vindinum.

Hitalagið hetta vikuskiftið fer kvinka seg eitt sindur uppeftir – úr 1 til 2 stigum og eini 2 ell 3 stig uppeftir. Avfallið – regn ella kavi – verður eftir hitalagnum, sjálvandi.

Mánanátt og mánamorgun minkar javnt og samt. Á middegi mánadagin er vindferðin komin niður í 5 m/s av útnyrðingi-norði. Líkasum tað var í gjárkvøldið. So fer hann at mala úr ymsum ættum seinnapartin mánadagin – líkasum hann ger í løtuni. So verður ættin landsynningur, vindurin veksur o.s.fr. – júst sum í dag og í nátt. Soleiðis endurtekur veðrið seg í hesum døgum. Meiri um tað í morgin og mánadagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt at byggja
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið