Lýsing
Lýsing

Røðan hjá borgarstjóranum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.12.2019 - 17:37 Tíðindaskriv Tíðindi

Niðanfyri ber til at lesa røðuna, ið Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt ið samband við at skoytibreytin fyrr í dag læt upp.

Góðan dag øll somul
 
Seinastu dagarnar havi eg hoyrt nógv prát um gomul minnir. Nógv fólk minnast aftur á, tá ið fólk um vetrarnar stóðu á skoytum. Hetta tók serliga dik á seg, tá ið eg legði eina mynd av skoytunum, sum skulu brúkast á nýggju skoytubreytini, á mín facebook vanga.
 
At standa á skoytum er ivaleyst ikki nakað, sum yngra ættarliðið beinleiðis setur í samband við veturin. Tí er tað nokk meira vanligt at síggja sleður í kjallaranum enn skoytur.
Onkutíð sigur man “tað er bara reyp”.
Kanska er tað tað, sum hevur myndað frásagnirnar á facebook seinastu vikurnar frá eldra ættarliðnum. :-) 
Men tað skal standa sína roynd, nú vit um eina løtu fara inn á breytina. :-)
 
***
Minnini eru mong og ymisk, men tey flestu góð og stuttlig. Tí er hendan løtan, tá nýggja skoytubreytin við Biskupstorg verður tikin í nýtslu, serstøk fyri bæði roynd og óroynd.
 
Men tað er ongin loyna, at standa á skoytum: Tað er ongin løtt uppgáva!
 
Vit minnast jú øll, hvussu tað gekst Bambi í vælkenda Disney teknifilminum. Hóast viljin var tilstaðar, so vildu beinini ikki tað sama sum høvdið. :-)
 
Eg vóni ikki, at ov nógv fáa skaða komandi dagarnar. Men vit vita frá royndum, at um ein dettur, so er tað oftast hondin ella armurin, ið tekur fyrst.
 
Men nú eru vit so heppin her í norðoyggjum, at Klaksvíkar sjúkrahús júst hevur sett ein dugnligan lækna, ið júst hevur sergrein í - ja, tit gittu helst rætt - hondum og ørmum. :-)
Men nú vóna vit sjálvandi ikki, at hann fær alt ov nógv at gera.
 
****
 
Fyri 15 árum síðani, tá fyrsta grótið úr Norðoyatunnlinum varð lagt her á økið, hevði nokk ongin trúð, at vit 15 ár seinni fóru at hava ein miðbý, har fólk búleikast, avgreiða bankaviðurskifti, keypa kaffi, ja, enntá standa á skoytum.
 
Sera nógv er hent hesi árini, og er hetta bara byrjanin til eitt ríkt miðbýarlív, sum saman við øllum hinum virkseminum í býnum, fer at gera Klaksvík til eitt handilsmekka bæði fyri tey sum búleikast her, og tey sum koma á vitjan.
 
Seinastu vikurnar hava vit sæð, hvønn týdning ein miðbýur hevur. Handilslív, tónleikur og aðrar mentanarligar upplivingar hava veruliga sett dám á miðbýin, nú niðastahædd í miðbýnum hevur verið brúkt til Norðurjól.
Nú vit í dag fáa møguleika at taka skoytubreytina í nýtslu samstundis, sum vit hava eina ómetaliga spennandi skrá fyri Norðurjól gerist eg sannførdur um, at hugnin rundanum skoytubreytina fer at gera tað serliga stuttligt og áhugavert at koma oman í miðbýin.
 
Hetta er samstundis eisini ein deilig staðfesting av, at verkætlanir blíva lidnar!
 
Seinastu mánaðirnar hava vit kunna vit fegnast um, at sjóhitin er liðugur, nýggj dagstovnaeind við Fjallafípuna er liðug, fótbóltsvøllurin við nýggjum ljósum er liðugur, niðastahædd í bygninginum her hevur fingið eitt sindur av lív í, og nú er skoytubreytin eisini liðug :)
 
***
Sum felstum kunnugt, so er skoytubreytin knýtt at okkara sjóhitaskipan, sum ger tað einfalt og skynsamt at hava skoytubreyt við Biskupstorg á hvørjum vetri. 
Hvør skuldi trúð tí, at sjó-HITIN skuldi geva kulda til ÍS-breytina, og at ÍS-breytin skuldi geva HITA til sjó-HITAN?
 
Eg haldi man kann siga, at Klaksvíkar býráð hevði dirvið at hugsa stórt, tá farið varð undir arbeiðið við skoytubreytini. Men hetta hevði ikki verið veruleiki, um tað ikki var fyri alt tað arbeiðið, sum hevur verið lagt í skoytubreytina - serliga nú seinastu vikurnar.
 
Tí vil eg fegin takka øllum tykkum, sum hava lagt eitt megnar arbeiði í at fáa skoytubreytina klára.
 
Eg eri eisini sannførdur um, at raðfestingin av skoytubreytini fer at skapa grundarlag undir einum virknum og mennandi umhvørvi rundan um Biskupstorg, og at økið kann brúkast enn meiri fjølbroytt.
 
Til seinast vil eg vegna Klaksvíkar býrað ynskja øllum hjartaliga til lukku við skoytubreytini. Hetta er eitt megnar frambrot, tí okkara skoytubreyt er ikki bara ein skoytubreyt. Hon er ein liður í einari samlaðari verkætlan, sum hevur til endamál at skapa góðan trivnað fyri borgarar í Klaksvíkar kommunu.
 
Nú er bert eftir at siga: Vælkomin á skoytubreytina á Biskupstorgi, ansi tykkum væl og njótið túrin.
 
Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tunnilsdagur: Tombola og PES-kapping í S…
Broytingar í el-in -  Ein spennandi tunn…
Flogbóltur: Stórsteypadystir á fyrsta si…
Handað borgaru­num 20.000 trøð og runnar…
20 ár í el-in
KÍ-AB spæla sunnudagin, Víkingur-KÍ er ú…
Við Norðborg 2. partur - Av Fugloy suður…
KÍ hevur vunnið 11,1 millión higartil -…
Norðlýsið á gøtuni
Stór løta á Djúpumýru
Heilsa uppá KÍ leikararnar
Tummas Lervig: Eitt tað størsta nakrantí…
Mikkjal K. Thomassen var stoltur av sínu…
Hurra!!! - til KÍ - Hatta var stórt
Páll A. Klettskarð um ótrúliga sigurin á…
Kaj Leo: Starvs­fólka­bygningu­rin skal rað…
Av Norðborg: Norð­oy­ingur á veg heim
Norðborg hittir Fagraberg
Týdning at byggja brýr
Við Norðborg á tekniskan royndartúr