Lýsing
Lýsing

Eftir jólatorvi úti í Svínoy

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  08.12.2019 - 16:18 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár var farið til Svínoyar kl. 14.45 við Rituni av Hvannasundi - 10 hornbláarar frá Klaksvíkar Hornorkestri og eini 15 fólk vóru við í ferðalagnum.

Undan vóru farin eini 50 fólk – Ørindini vóru at tendra ljósini á jólatrænum, sum stendur ovarlaga í bygdini – nærhendis kirkjuni.

Hetta er ein serligur dagur, sum nógv ættarfólk, ið búgva aðrastaðni enn í Svíonoy, leggja nógv fyri at vera við til. Og tað kemur eisini fyri, at fólk í góðari tíð undan jólum ringja og spyrja, nær jólatræið verður tendrað, fyri at kunna leggja tilrættis har eftir.

Av tí at kalt var í veðrinum og eitt frískt lot var, varð valt at hava alla løtuna inni í kirkjuni, har ein flógvi var til endamálið.

 

Jólahugni í Kirkjuni

Tá ið komið varð í kirkjuna í gjár, var sálmurin, ”Ver tú mær hjá” sungin, meðan Klaksvíkar Hornorkestur spældi undir. Síðani spældi hornorkestri nakrar sálmar úr ”Reyðu bók”, áðrenn Poul Sivar Olsen, ið dugur sera væl at siga frá, hugleiddi um jólini á barnaárum í Svínoy.

Síðani var aftur sungið saman við hornorkestrinum, sum endaði frálíka hugnaligu løtuna, ið eini 50 fólk høvdu leitað sær til, við ”Gleðilig jól”.

Sum sagt síggja svínoyingar stórt í hesi hugnaløtu fram undan jólum, og at tí at só nóg fólk vóru, varð boðið til ein jóladrekkamunn í Gamlagarði, har boðið var til ein góðan drekkamunn við óllum góðum aftur við – Rísalamande og heimabakaðum jólakøkum. Jú, blíðskapurin var, sum so ofta fyrr, óførur.

 

Kirkjan

Eftir hugleiðingar hjá Poul Sivar Olsen um jólini á barnaárum, greiddi hann frá um Kirkjan í Svínoy, sum er hugnalig og liggur so errbar og sjónlig ovarlaga í bygdini.

Tað var Jóhann Petersen úr Mikladali, ið stóð fyri laðingararbeiðnum av kirkjuni. Kirkjan er vígd í 1879.

Menninir í bygdini høvdu ”pliktarbeiði” at vera við til at fáa kirkjuna reista. Grótið bleiv brotið og sligið til niðri á helluni, og fingu teir 66 oyru um dagin, fyri ein 12 tímar langan dag. So sjálvt tá á døgum var tað ikki nógv.

Teir høgdu ein doypifont til niðri á hellini, men ávegis niðan við honum, broymaði hann. Tá voru ikki onnur ráð, enn at høgga ein av nýggjum, og stendur hesin enn í kirkjuni í Svínoy.

Í bókini, ”Hálvkirkjur í Føroyum” verður skrivað: ”Tá ið laðingararbeiðið var liðugt, bleiv tað sýnað av kirkjumyndugleikunum - Amtmanninum, Finsen  og Hammersheimb, prósti úr Tórshavn og faktorinum, Djúrhuus í Klaksvík, sum hevði verið við til at skaffa timbrið.

So væl hildu teir um arbeiðið, at teir heittu á Jóhann Petersen úr Mikladali um at halda fram við timburarbeiðnum”.

Tá ið Jóhann Petersen seinni kom aftur úr Mikladali, hevði hann við sær ein ungan mann, sum var 23. ár Pól í Norðnastovu, ið var sera hegnigur.

Hesin Pól giftist seinni til Svínoyar og gjørdist kendur bátabyggjari – Kirkjan var sum sagt vígd í 20. juli 1879 og loysti eina minni kirkju av, sum hevði staðið longur vesturi í kirkjugarðinum.

 

Ritan er hent

Ritan, sum setti ferðafólkini av á Víkini, hevði verið í Fugloy og var so komin aftur á Víkina at bíða eftir ferðafólkunum. Avtalað varð, at teir skuldu koma at kl. 18, men av tí at veðrið hevði hug at øtla, komu teir eitt sindur fyrr inn – Onkur helt fyri, at um vit ikki fóru júst tá, heldur enn ein hálvan tíma seinni, so kundi verðið talan um eitt longri vikuskifti í Svínoy.

Við innaftur vóru 45 fólk – glað um eina hugnaliga løtu í bygdini, tey eru góð við. Fleiri teirra høvdu ætlanir um at halda jól í Svínoy í ár.

Niðanfyri verður røðan, sum Poul Sivar Olsen helt í kirkjuni í sambandi við at jólatræið varð tendrað:

Góðan dag øll somul! 

Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg havi fingið høvið at siga nøkur orð í samband við, at jólatræið her úti í Svínoy verður tendrað í dag.

Nú jólini nærkast, leita tankarnir ofta til barnadagarnar her úti í Svínoy, og sum hjá so mongum svínoyingi, so eru tað oftast túrarnir eftir jólatorvi, ið renna fram fyri meg hesa ársins tíð. Hesir túrar eru millum tey allar bestu minni, sum eg havi frá mínum barnaárum her úti frá, tá vit sum børn fóru eftir jólatorvi.

Tað eru av góðum grundum fleiri, sum í dag ikki vita, hvat tað vil siga at ganga eftir jólatorvi. Jólatorv var tað torvið, sum vit børn bóru heim úr haganum í desembur mánaða. Hetta torvið var fyrst og fremst ætlað at brenna, tá bakast skuldi til jóla. Vit høvdu einki elektrisitet í Svínoy í mínum uppvøkstri, so tað ráddi um, at hava nóg mikið av torvi við hús, so tað eisini kundi vera heitt og fjált inni um jólini.

Tað hevur frá gamlari tíð verið siður her úti í Svínoy, at børnini gingu eftir jólatorvi. Tað sermerkta við hesum túrum var, at tað bleiv farið í myrkri, ofta um 5-6 tíðina um kvøldið.

Mær er fortalt, at tað eisini var vanligt, at børnini fóru eftir jólatorvi, áðrenn tey fóru í skúla um morgnarnar, men hetta var áðrenn mína tíð. Fyrsti túrurin hjá mær eftir jólatorvi, var saman við systrunum, sum vóru nøkur ár eldri enn eg. Tá kundu vit kanska vera eini 15-20 børn, tá ið farið var til gongu.  

Øll børnini høvdu leyp á rygginum og lummalykt í hondini. Tá farið varð út um bøgargarðarnar, byrjaðu vit at syngja jólasálmar. Tað vóru teir góðu gomlu jólasálmarnir, vit sungu. Vit byrjaðu altíð við at syngja Gleðilig Jól, so vóru tað t.d. Føgur er foldin, Tað sótu seyðamenn á vakt og fleiri aðrir.

Bara tað at ganga ígjøgnum hagan eitt slíkt kvøld, einki óljóð av nøkrum slag, alt var púra, púra kvirt. Bara hesir vøkru jólasangirnir hoyrdust, og so at síggja allar lummalyktirnar í myrkrinum, tað var nakað heilt serligt.

 

Tað sótu seyðamenn á vakt

Tað var ikki altíð, at tað var so myrkt. Tað vóru eisini kvøld, at tað var stjørnuklárt og mánalýsi. Sjálvur haldi eg, at tað kann ikki blíva meira jólaligt, enn tá vit eitt sovorðið kvøld, gingu inn í Djúpadal meðan vit sungu "Tað sótu seyðamenn á vakt". Tá var tað, sum mann í mánalýsinum sá fyri sær, seyðamenninar har teir sótu vakt yvir seyðunum á Betlehems fløtum.

Tað var eisini stilt á Betlehems fløtum jólanátt, tí, sum vit syngja, “Sjálvt varnir hundur durva smátt, í dølum valdar dimma nátt, um heimin harrans friður”. Soleiðis føldist tað eisini, tá vit fóru syngjandi eystur ígjøgnum Djúpadal. 

Hetta er sum sagt, kanska tey allarbestu minnini, eg havi frá mínum barnaárum her úti í Svínoy.

Tað bleiv sungið allan vegin, líka til vit komu eystur á Fugloyarháls. Tá fóru øll í hvør sína ætt, tí nú skuldu torvhúsini finnast í myrkrinum, tað gekk sum regul væl.

Tá man so kom inn í torvhúsið, royndi mann at fylla sær upp í leypin av góðum torvi, og so aftur til gongu heim á Fugloyarháls.  

 

Heilsaðu fugloyingum

Á Fugloyarhálsi bleiv steðgað á eina løtu, meðan vit blinkaðu við lummalyktunum 

yvir móti Kirkjubygt. Tað vardi ikki leingi, so sá man, at tey blinkadu aftur, Hetta hildu vit vera sera stuttligt, at vit soleiðis kundu hava samband við fugloyingar. 

Tá ið ein løta var farin, varð aftur farið til gongu, heim móti bygdini. Nú bleiv ikki so nógv sungið, tí nú hevði mann ein fullan leyp av torvi á rygginum, so umstøðurnar at syngja vóru kanska ikki so góðar.

Tá komið var heim um Heyggin á Barni, varð aftur steðgað á eina løtu at hvíla, áðrenn mann fór oman í Djúpadal og víðari heim at portrinum. Her bleiv eisini steðga á eina løtu og blinka varð aftur við lyktunum heim móti bygdini, eisini her var tað skjótt, at onkur blinkaði aftur.

 

Lítið ljós í bygdini

Sjálvt um tað búðu fólk at kalla í øllum húsinum her í bygdini, tá eg var smádrongur, so var bygdin øðiliga myrk. Tí, sum sagt, høvdu vit onki elektrisitet, so tað kundi ofta vera rættuliga myrkt at ganga húsanna millum.

Í nógvum húsum var bara ljós í køkinum, meðan onnur kanska eisini brendu ljós í stovuni. Men nýggjársaftan og jólaaftan var alt øðrvísi. Tá ið klokkan var 18:00 og kirkjuklokkan ringdi, bleiv livandi ljós tendrað í hvørjum vindeyga í øllum húsinum í bygdini.

Eg haldi ikki, at tað ber til at seta orð á, hvussu hugnaligt tað var at ganga húsanna millum eitt slíkt kvøld. Eg haldi tað má upplivast.

 

Jólatræið

Vit høvdu altíð jólatræ heima hjá okkum. Tá klokkan var farin av 17:00 jólaaftan, bleiv træið borið upp í stovuna, og so fóru mamma og tær eldru systrarnar at pynta tað.

Hurðin oman í stovuna bleiv nú latin aftur. Jólatræið bleiv pyntað, millum annað við livandi ljósum. Tá liðugt var at pynta, blivu allir jólapakkarnir lagdir undir jólatræið.

Tað var ein vøkur sjón, tá hurðin aftur var latin upp, og vit sluppu at síggja jólatræið og allar jólapakkarnar, sum nú lógu undir trænum.  Áðrenn jólapakkarnir blivu pakkaðir upp, bleiv dansað runt um jólatræið, meðan vit sungu nakrar jólasangir.

 

Jólapakkarnir

So upprann endiliga tann stóra løtan, sum man í spenningi so leingi hevði bíða eftir. Tað var tá ið jólapakkarnir skuldi pakkast upp, hetta var hæddarpunktið jólaaftan, og er tað nokk enn í dag, hjá flest øllum børnum. 

Heima hjá okkum hongdu vit altíð hosuna til jólamannin omanfyri komfýrin, áðrenn vit fóru til songar jólaaftanskvøld. Jólamorgun var man tíðliga á fótum. Tað fyrsta man gjørdi, var at skunda sær niður í køkin at fáa sær fatur á hosuni, og so uppaftur á loftið og uppí songina aftur, at vita hvat gott jólamaðurin hevði koyrt í hosuna.

Men tann størsta løtan jólamorgun var, tá mamma kom uppá loftið við jólaklæðunum, og vóru tað serliga jólatroyggjurnar, sum vit báðir beiggjarnir, eg og Mikkjal vóru spentir uppá.

 

Bant jólatroyggju um náttina

Jólatroyggjurnar bant mamma altíð um næturnar, so vit vistu ikki hvussu tær sóðu út, fyrr enn vit sóu tær jólamorgum.  Hon sat manga náttina uppi og bant undan jólum, tí tað var so nógv, sum skuldi fáast frá hondini til jólar.

Sjálvt um vit beiggjarnir vanliga ikki gingu so høgt uppí, hvussu vit vóru klæddir, so var tað stuttligt at fara út jólamorgun og møta øðrum dreingjum, sum allir vóru í nýggjum troyggjum. Og sjálvandi bleiv tað mett um, hvør hevði tað vakrastu troyggjuna.

Klokkan 12:00 var farið í kirkju. Tað var nakað heilt serligt at koma inn í kirkjuna 1. jóladag. Tað eru 11 stólarøð á hvørjari síðu, og á hvørjum stólagalvi, vóru tendrað livandi ljós, eisini frammi í kór og uppi á loftinum vóru fleiri ljós tendrað, og niður undan tróðrinum hekk ljósakrúnan við 12 livandi ljósum.

 

Jólaevangeliið

So at sita har og lurta, tá ið jólaevangeliið varð lisið og jólasálmarnir vórðu sungnir – ja, eg má siga, at heldur ikki her dugi eg at seta orð á, hvussu hugnaligt og jólaligt tað kendist.

Hesi dýrabaru minnir frá barnaárunum her úti í Svínoy, koma ofta fram fyri meg, nú jólini av álvara nærkast.

Eg fari eisini at nýta høvi, at takka Klaksvíkar Hornorkestri, Klaksvíkar kommunu og Dáva Winther, fyri teirra leiklut at gera hesa løtuna so hugnaliga sum til ber.

At endan fari eg at ynskja øllum eini gleðilig jól, og eitt gott nýggjár

Takk fyri.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tunnilsdagur: Tombola og PES-kapping í S…
Broytingar í el-in -  Ein spennandi tunn…
Flogbóltur: Stórsteypadystir á fyrsta si…
Handað borgaru­num 20.000 trøð og runnar…
20 ár í el-in
KÍ-AB spæla sunnudagin, Víkingur-KÍ er ú…
Við Norðborg 2. partur - Av Fugloy suður…
KÍ hevur vunnið 11,1 millión higartil -…
Norðlýsið á gøtuni
Stór løta á Djúpumýru
Heilsa uppá KÍ leikararnar
Tummas Lervig: Eitt tað størsta nakrantí…
Mikkjal K. Thomassen var stoltur av sínu…
Hurra!!! - til KÍ - Hatta var stórt
Páll A. Klettskarð um ótrúliga sigurin á…
Kaj Leo: Starvs­fólka­bygningu­rin skal rað…
Av Norðborg: Norð­oy­ingur á veg heim
Norðborg hittir Fagraberg
Týdning at byggja brýr
Við Norðborg á tekniskan royndartúr