Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bylgju Cup 2019

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.12.2019 - 14:48 Ítrottur Tíðindi

Í døgunum 29.-30. desember 2019 skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini fyri gentur og dreingir í øllum aldri. Undirtøkan verður væntandi stór. Í 2018 vóru áleið 100 lið við umleið 520 leikarum, sum komu úr øllum landinum.

Kappingarnar í Bylgju Cup 2019 koma at hava somu aldursbólkar og nøvn sum FSF hevur til komandi kappingarár. Afturat hesum verður kapping hjá vaksnum, sum vit kenna hana frá undanfarnu árum.

Kappingin umfatar:
U7 dreingir 5-6 ár (f. 2013-14)
U8 dreingir 7 ár (f. 2012)
U9 dreingir 8 ár (f. 2011)
U11 dreingir 9-10 ár (f. 2009-10)
U13 dreingir 11-12 ár (f. 2007-08)
U15 dreingir 13-14 ár (f. 2005-06)
U17 dreingir 15-16 ár (f. 2003-04)
U21 dreingir 17-20 ár (f. 1999-02)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Betrideildini/1.deild 2019 ella samsvarandi støði uttanlands á vøllinum samstundis)

Væntandi verður spælt soleiðis:
Sunnudagin 29. desember: U7, U8, U9, U17, U21 og allar gentukappingar.
Mánadagin 30. desember: U11, U13, U15 og vaksin

Eru 3 ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum. Aldursbólkarnir hjá gentum eru U7, U9, U11, U13, U15 og U18. Eru ov fá lið, so fáa gentulið møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til.
Hvørt liðið telur fimm leikarar og hægst ein skiftisleikara, tó spæla U17, U21 og Vaksin við fýra leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.
Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort. Hjá U21 er pizza gávukort til vinnandi liðið.
Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Tilmelding á tlf. ella SMS til tlf. 295401 ella á privat boð hjá Bláu Bylgjuni á facebook. Tilmeldingin verður váttað, tá hon er komin, so tilmeldingarpersónurin fær váttan fyri, at liðið er tilmeldað.

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er 3. jólakvøld fríggjakvøldið 27. desember kl. 19.00. Liðini fáa væntandi boð seinnapartin 28. desember millum kl. 13.00 og 17.00.
Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…