Lýsing
Lýsing
Rómur og gleði í Gundadali tá KÍ tryggjaði sær sítt 18. meistaraheiti | Mynd: Oliver Joensen

Merkisárið 2019 – ein nýggjársheilsan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.12.2019 - 16:26 Ítrottur Leiðarin Mentan Politikkur

Árið 2019 var Árið hjá Klaksvík. Hetta var árið, tá umleið alt eydnaðist. Hendingin yvir tær allar var sjálvandi, at føroyameistaraheitið í mansfótbólti loksins kom heim til KÍ og til Klaksvíkar eftir 20 ár í útlegd millum havnarmenn, gøtumenn, eiðismenn og runavíkingar. Fyri fyrstu ferð vunnu bæði fremsta deildin, 1. deild og kvinnurnar hjá sama felagi gull.

Um vit tó byrja við politikkinum, so er siðvenja at taka saman um, tá teir fyrstu 100 dagarnir hjá eini nýggjari stjórn hava verið. Her á blaðnum halda vit, at samgongan hevur staðið sína roynd við bert nøkrum smávegis skøvum í lakkinum. Tvær miðlagølur hava verið, har hvørgin var veruliga neyðug. Tann fyrra var málið við sendistovuni í Jerusalem, sum ongantíð hevði nakran veruligan kjans, men har fekk Jenis av Rana markerað seg sum krossfararin, sum stríddist fyri síni søk og tapti. Og tað var helst júst tað, hann vildi uppnáa.

Hitt málið var Huawei-málið, har øll kunnu vera samd um, at tað ikki tænti samgonguni til sóma. Tí tað var í grundini kleyvarskapur hjá landsstýrismanninum, sum gjørdi at tað kom so vítt. Samgongan kom eisini rættiliga í mótvind í Norðoyggjum, tá Jørgen Niclasen boðaði frá, at ongir pengar fóru at vera til verkætlanina Tunlar norður um Fjall fyrrenn í 2021. Har megnaðu umboðini í fíggjarnevndini og onkur av norðoyatingmonnunum tó at bjarga nakað í land aftur, við at seta 15 milliónir av í 2020, fyri at kunna fara í gongd. Tað er so eitt plástur upp á sárið, men heldur ikki meira enn tað – upphæddin er lítil –, og álitið hjá norðoyingum á samgonguna fekk eina skeinu har.

Tá tað kemur til fiskivinnupolitikkin, so tykjast norðoyingar hinvegin sum heild betur nøgdir við hesa samgonguna enn ta undanfarnu. Ongin av norðoyingunum í undanfarnu samgonguni bleiv afturvald(ur), uttan Aksel V. Johannesen, ið hevur búð mong ár í Havn. Norðoyingar valdu fyrst og fremst Fólkaflokkin, ið eisini vann valið við 8 tingfólkum, og øll tey 5 umboðini úr Norðoyggjum, ið eru á tingi, koma úr gomlu andstøðuni. Fólkaflokkurin gjørdi av álvara bart í Norðoyggjum og fekk atkvøðuna frá øðrum hvørjum norðoyingi.

Um vit so samanbera fiskivinnupolitikkin, so er hendan samgongan ikki so akademisk sum tann undanfarna – uppá gott og ilt. Undanfarni fiskimálaráðharri setti bólkar og nevndir, vildi hava tilmælir frá fakbólkum, venda tingunum fleiri ferðir, men úrslitið bleiv so ein samanrenning millum alt ov mong ymisk áhugamál, sum ongin vildi kennast við. Ein kann siga, at royndin at gera øllum til vildar endaði við, at øll gjørdust ónøgd.

Stóri munurin millum Landsstýrini bæði er, at hendan samgongan brúkti 3 mánaðir um at samtykkja tað, man lovaði veljarunum, meðan undanfarna samgongan brúkti hálvt triðja ár um at samtykkja nakað, sum ikki líktist tí, tey høvdu lovað veljarunum. Hetta var handlikraftigi sheriffurin ímóti analytiska akademikaranum. Tá undanfarna samgongan hevði sitið í 100 dagar, fór hon tástani út at seta ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um nýskipanina. Hendan hevði ikki sitið í 100 dagar, so hevði hon samtykt sína við 3. viðgerð.

Leita vit okkum aftur til Klaksvíkar, er 2019 eisini árið, har nýggja Biskupstorgið er tikið í nýtslu, og tað hevur gingið skjótt at skapt ein nýggjan miðbý har. Norðurjól var elddópurin, síðani kom skoytuvøllurin, og upplagt var eisini at Jólaskipið hevði sína skrúðgongu niðan á Biskupstorg, so jólamenninir eisini fingu skoytað. Ein sera væleydnaður nýggjur býlingur, hvørs fulla potentiali vit neyvan hava sæð enn.

Mentanarliga stendur eisini væl til. Eitt nýtt mentanarhús er í pottinum, fyrst og fremst takkað verið eldsálum, og væl stuðlað av kommununi og Fólkatinginum. Tekniski Skúli fer at fáa eina aulu, ið eisini kann hýsa smærri mentanarligum tiltøkum, sjálvsagt fyrst og fremst hjá skúlanum sjálvum. Og á sjúkrahúsøkinum síggja vit, at Klaksvíkar Sjúkrahús fær eina trivaliga meirjáttan; eitt plástur á sárið, nú Gula Húsið og Føðideildin ikki fingu nakað á hesum sinni.

Ítróttarligu avrikini í Klaksvík tala fyri seg. Endiliga er býurin aftur fremstur í mannfólkafótbólti. Vit vita, at tað er torførari at endurvinna eitt meistaraheiti enn at vinna tað fyrstu ferð, men teirri avbjóðingini taka vit fegin við. Mjølnir menninir gjørdu tað eitt betri og vunnu greipuna á fyrsta sinni.

Samanumtikið hevur 2019 verið eitt av teimum heilt góðu árunum fyri Klaksvík. Og lagt er í pottin til, at 2020 skal vera árið, at forloysandi skotið til teir hart tiltrongdu tunlarnar til økið Eystan Múla verður latið av. Tað er okkara vón, at 2020 verður árið hjá øllum Norðoyggjum, har vit endiliga seta skjøtul á at fáa sameint tann eystara og tann vestara partin av okkara sýslu.

Við hesum reglum vil Norðlýsið ynskja øllum lesarum, lýsarum, klaksvíkingum, norðoyingum og føroyingum eitt gott nýggjár!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin