Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta er laksurin hjá Kringvarpinum!

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.01.2020 - 14:21 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað er ikki hissini sum KVF skapar trupulleikar fyri okkara vinnu. Ikki fyri langari tíð síðani var talan um útblaking frá Næraberg, nú er tað Bakkafrost sum stendur fyri skotum.

Beint sum tíðindini bórust í KVF um stóru torvuna á laksi sum skuldi svimja á Vágni. Fóru vit, sum hava fylgt við í økinum at undrast. Flestu mundu vita um allan seiðin, ið hevur verið á Vágni nú í langa tíð og ikki minst skarvurin, sum í nógvar vikur hevur gjørt sær dælt av hesum tilfeingi. Tá eg hugdi at myndunum hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið, var ringt hjá mær at koma til at hetta skuldi vera laksur. Tó myndirnar vóru nakað ótíðuligar. 

Beint eftir miðdag í dag, fóru vit so oman á bátabrúgvarnar at hyggja. Jú, har svam ein stór torva av seiði, ella murtum, sum myndirnar vísa. Vit drippaðu dorgina niður í og tað var á beinan vegin "Havnalaksur".

Løgið at KVF ikki ger betur dokumentatión áðrenn teir har standa uppá  við einum serfrøðingi sum bjálva, at tað var laksur. Hetta setti sjálvandi stórt arbeiði í gongd hjá Bakkafrost, ið er einasti alarin her. Kanningarnar hjá teimum og órógvið hevur verið nógv, helst hava kavarar og onnur starvsfólk kosta alirisanum nógvan pening í gjárkvøldi og í dag, tí KVF gitti, at "laksurin" hjá teimum var komin frá alingini á Pollinum.

Hví mundi KVF ikki senda "Ferðaliðið" til Klaksvíkar at kanna um tað yvirhøvur var nakað í søguni, áðrenn teir langaðu eina slíka sensatión út í luftina?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási