Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgættarluft er eyðkend. Skýggini eru ikki tey gráu og tungu, sum hanga lágt og sum hava sirm ella regn við sær. Skýggini eru miðalstórir bøklar, sum hanga uppi yvir fjøllum, og klárt er uppímillum teir. Hetta til leygardagin fer at vera høgætt. | Mynd: Undirritaði

Vindur og aftur vindur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.01.2020 - 16:55 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið nógvur vindur í nátt. Fyri tað mesta hevur verið talan um sera óstøðugan vind. Miðalvindurin hevur verið um 15m/s, men hvirlurnar hava verið bæði 2 og 3 ferðir miðalvindin.

Í morgun er vindurin minkaður heilt fitt. Seinnapartin er hann aftur vaksin – miðalvindurin er komin upp ímóti 20 m/s (klokkan 1700).  

Tað er eitt lágtrýst, sum er statt 4-500 fjórðingar norðan fyri Føroyar, sum stendur fyri veðrinum í dag og í morgin. Tað er sera djúpt – 941hPa í miðjuni. Tað ferðast eystureftir og fer at geva normonnum illveður í morgin.

Leygarmorgun er aftur friður – gott veður langt út á seinnapartin. Men so kemur tað næsta lágtrýstið, og tað fer at halda somu kós og ferð, og tað fer eisini at vera djúpt. Soleiðis fer veðrið at endurtaka seg sunnudagin og mánadagin.

Í kvøld fer vindurin at veksa eitt sindur afturat – eini 18 til 23 m/s í miðalvindi av vestri og útnyrðingi-vestri. Hvirlurnar nakað væl harðari.

Eftir midnátt minkar vindurin. Fyrrapartin í morgin veksur aftur upp í 13 til 18 m/s.

Leygarnátt og -morgun fer at minka niður í 5 m/s og minni enn tað. Seint seinnapartin leygardagin ella tíðliga um kvøldið fer aftur at veksa.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun
Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at…
Løgmaður vitjar Norðlýsið í morgin
Kvinnudagur og kvinnukór­konsert: Suð, Si…
Kim Durhuus stillar ikki upp
Norðlýsið tippar: Hetta fer valstríðið a…
Bakkafrost skapar nógv størv í útjaðaran…
Badmintonsambandið góð úrslit í Odense
Metgott úrslit hjá Trygd
Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum
Innsavning til kvinnur úr Nigeria
SÍ og Mjølnir kapprenna enn um fyrstaplá…