Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lopið frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.01.2020 - 15:43 Ítrottur Tíðindi

2019 gjørdist eitt framúr ár hjá KÍ, sum á fyrsta sinni í 20 ár og í hesi øldini tryggjaði sær føroyameistaraheitið. Ársins leikari og toppskjútti gjørdist 23 ára gamli Jóannes Bjartalíð, og hann hevur Norðlýsið hitt nú hann hevur fingið nakrar vikur frástøðu frá søguliga kappingarárinum. Brot úr greinini er niðanfyri.

 

Lopið frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt

- Lopið frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt var ótrúliga torført. Man kemur inní nakað heilt nýtt. Tað er ein tilgongd, sum tekur tíð. Hjá mær var tað soleiðis, at eg longu sum 16 ára gamal kom at spæla við næstbesta liðnum, sum spældi í 1.deild. Eg spældi við 1.deild frá tí eg var 16 ára gamal, til eg var 18 ára gamal (kappingarárini 2012, 2013 og 2014). Síðani kom eg inná besta liðið. Frá tí eg var 16 ár havi eg altíð vant við besta liðnum burtursæð frá seinnu hálvu í 2014, tá eg valdi at gevast og bara spæla og venja við næstbesta liðnum. Tað er øgiliga stórt lop at fara frá at spæla í ungdómsfótbólti og upp til 1.deild og tað er næstan eins stórt lop at fara frá at spæla við 1.deild og so til at spæla í Betri Deildini. Eg bleiv fyri tað mesta væl móttikin, tá eg kom upp í bestu deildina at venja við. Tað snúði seg um at gera tað, sum ein bleiv biðin til. Ein sum Hjalgrím Elttør, sum eg eri í familju við, og Álvur Christiansen, sum hevði verið venjari hjá mær fyrr, tóku sær væl av mær.

- Eg eri varðaliðskipari nú og tað at taka væl ímóti teimum, sum eru komnir upp síðstu árini og sum fara at koma upp frá ungdómsfótbólti, tað er nakað, sum eg sjálvandi royni at leggja meg eftir. Tað er næsta ættarliðið, ið skal spæla fyri hetta felagið, og tekur man ikki væl ímóti teimum, so tíma teir kanska ikki eins væl, og tað kann í síðsta enda gera, at teir gevast. Eg haldi, at tað hevur týdning, at eldri leikararnir taka hond um teir yngru. Vit eldru leikarar hava nakrar royndir, sum hesir ikki hava. Venjarin, Mikkjal K. Thomassen, hevur roynt at prenta inní okkum síðani hann kom norð, at tað er sera umráðandi, at vit eru eitt lið, og at teir yngru leikararnir ikki skulu virka sum ''slávir'' fyri okkum, bara tí at teir eru yngri. Tað hevur eisini hjálpt væl, sigur hann.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…