Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú er gráari at hyggja uppeftir. Luftin er slavin - hon stavar frá leiðunum vestan fyri Norðurafrika. | Mynd: Vár Hanusardóttir Kjølbro

Nú er lágættin komin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.01.2020 - 14:08 Tíðindi Veðrið

Síðan fyrrapartin hevur ættin verið landsynningur-sunnan.

Lýggjari luft rekur nú ímóti okkum úr miðjum Norðuratlantshavi. Tað sæst ikki bert á mátitólum, men eisini á luftini, at grátt er at síggja uppeftir.

Lítil vindur – og tað er vanligt ímillum lágtrýstini, tá ið eitt er farið framvið, og tað næsta ætlar sær framat. Fyribrigdið kallast ein hátrýstryggur; kann eisini vera ein saðil.

Hitalagið er farið at kvinka seg uppeftir. Hitin á middegi í dag er 2-3 stig – í gjár var tað um frostmarkið.

Seinnapartin í dag fer vindurin at veksa eitt sindur. Um nátturðatíð í kvøld er vindferðin 8 til 12 m/s. Tá fer ættin niður í sunnan og síðani ímóti útsynningi, og vindurin veksur upp í 12 til 17 m/s. Í nátt fer vindurin at minka niður í 3 til 8 m/s.

Eitt brúgvalag er á veg vestaneftir. Tað er ætlandi yvir okkum um 16-tíðina. Tað fer at liggja yvir okkum til eina ferð seint í kvøld. Við vaksandi hitalagið kann væntast, at tað er eitt bland av regni og vátakava ta fyrstu løtuna, sum kemur úr brúgvalagnum. Seinni er tað helst bert regn.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni