Lýsing
Lýsing
Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin kjakaðust um lýsingarbløð og dálking saman við einum væluppløgdum John Johannesen sum verti í Dagur og Viku í kvøld | Mynd: kvf.fo

Blaðlýsingar heldur enn lýsingabløð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.01.2020 - 21:33 Leiðarin Vinna

Vit ásanna, at vit eru í eini broytingartíð, har gongdin burtur frá pappíri og yvir til talgildar lýsingar er ávegis, men at vit ikki eru komin so langt, sum mong kanska høvdu ynskt sær. Prentaði miðilin er framvegis sera tiltalandi millum nógvar lesarar. Kanska serliga tey um miðjan aldur og uppeftir, og hesi hava ofta hampiliga inntøku. Tað vita lýsararnir, og sjálvsagt fara teir málrættað eftir teimum. Men tað nýtist ikki at verða gjørt við lýsingarbløðum burturav.

Kenslan at sita við einari bók, einum prentaðum hefti, einari pappírsavís ella teknirøð í hondini, má ikki undirmetast. Summi eru fult og heilt til reiðar at sleppa hesum, gamaní, men heilt mong eru framvegis, sum fyritrekkja at sita og blaða í einum fysiskum eintaki av miðlinum. At avnokta, at tey finnast, nyttar onki. At síggja burtur frá teimum hevur ein fyritøka ikki ráð til, ið hvussu er ikki allar. Tey mugu røkkast so ella so.

Gongda leiðin er áhaldandi at menna talgilda lýsingarpallin og kortini viðurkenna áðurnevnda tørvin á fysiska miðlinum. Eitt boð uppá hetta er at avmarka lýsingarnar til teir miðlarnar, sum frammanundan koma út. Tá er ikki stórvegis eyka trýst á umhvørvið; tíðindabløðini skulu kortini út, antin í kioskirnar, í postkassarnar hjá haldarunum, ella í hvørt hús.

Vit kenna tað frá leikskráunum til fótbóltsdystir. Lýsingarnar fylla næstan alt innihaldið, men einar 2-3 greinar, onkur kapping, eins og liðuppstilling og stigatalvan gera sítt til, at fólk kortini taka ímóti og blaða í teimum undir dystinum. Tað høvdu tey neyvan gjørt, í øllum førum ikki eins væl, um har einans vóru lýsingar og onki meira í. Og vit vita øll, hvat mong gera við tey “desideraðu” lýsingabløðini. Tey munnu vera fá, sum kunnu siga, at tey ikki onkuntíð hava koyrt tey beint í skrellispannina.

Øðrvísi er, tá talan er um tíðindabløð við lýsingum í. Tá hava fólk eina góða orsøk at taka bløðini úr plast-umslagnum, um ikki annað av forvitni. Okkara blað Norðlýsið kemur út ókeypis hvønn mikudag í Norðoyggjum og til tíðir í Eysturoynni við og vit vita at tað ger, at plastið ikki fer burtur óupplatið. Sjálvsagt eru summi, ið lesa lýsingarbløðini væl, annars høvdu tey ikki komið út. Men vit skulu ikki rokna við, at øll 17.500 húsarhaldini lesa tey øll, tað er greitt.

Vit hava framvegis nøkur tíðindabløð eftir í Føroyum, sum halda tørn. Sosialurin, Dimmalætting og Norðlýsið, og hartil tey meira nisjukendu magasinini sum Ó-blaðið, Fyndin, Kvinna, tey ferðavinnu-rættaðu bløðini o.fl. Við at lagt seg eftir at lýst í hesum bløðunum, heldur enn at givið lýsingarbløð burturav út, hjálpa vit umhvørvinum, samstundis sum vit stuðla privata føroyska tíðindaflutninginum. Føroysku bløðini leggja seg eftir at vera burðardygt framleidd, tey eru FSC-góðkend, og hóast útberingin sjálvsagt krevur sítt, hevði útlátið frá henni minkað munandi, um lýsingarnar og tíðindini komu út í somu útgávu.

Lat ongan iva vera um, at talgildu alternativini eru bæði neyðug og kærkomin. Her verður hugsað um appirnar við lýsingum, sum mong longu hava tikið til sín. Men í eini broytingartíð, sum vit eru í, er eisini umráðandi ikki at leypa framav. Ein kollvelting krevur altíð offur, meðan ein líðandi yvirgongd ikki ger. At minka um tonsini av pappíri og plastpakningum við at samansjóða tíðindaflutning og lýsingar er tí avgjørt ein háttur at koma nærri málinum um einar grønari Føroyar og samstundis at virða kundarnar á lýsingamarknaðinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…