Lýsing
Lýsing
Lýsing

Røktarpatientar á Landssjúkrahúsinum dýrir fyri Sjúkrahúsverki

SKRIVAÐ: Sofus Hansen  |  10.01.2020 - 21:15 Lesarabrøv Politikkur

Hetta skrivið verður beint til landstyrismannin í heilsumálum og til landstyriskvinnuna Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sum umsitir almannaráði. Edvard Heen almannastjóra. Jóngerð Guttesen leiðara í Roðin.

Landstyrismaðurin í heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen.
Sum vit títt og ofta hoyra, so mangla sjúkrahúsini á hvørjum árið pengar. At byggja nytt sjúkrahús er útmerka, men slíkt kostar. Vit fingu upplýst, at landsstyrismaðurin í heilsumálum Kaj L. H. Johannesen við einum pennastroki gav góðar kr. 50 milliónir til landssjúkrahúsi.
 
Men hjá fólki millum 18 og 66 er eingin hjálp at heinta.
 
Landsstýriskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
sigur at hon raðfestir borgarar millum 18-66 ár. Í broytingaruppskotinum, sum er sent løgtingsins fíggjarnevnd, hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum valt at raðfest borgarar millum 18-66 ár, soleiðis at hesi ikki detta niðurímillum.
 
 
Jóngerð Guttesen leiðari Roðin.
Roðin hevur undir heitinum “Komið og syngi við” skipar ROÐIN-økistænastan fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjonistar. Roðin ger tørvsmeting og tilmæli til upptøkunevndina, sum tekur avgerð um upptøku og aðrar tænastur. Í upptøkunevndini sita leiðarin fyri økistænastuna, leiðarin fyri heimatænastuna, leiðarin fyri terapieinina, demenssamskiparin og dagligi samskiparin fyri endurmenningardeildina.
 
 
Edvard Heen er almannastjóri á Almannavirkinum,
Føroya størsta arbeiðspláss, Almannaverkið er úrslitið av samanleggingini av Almannastovuni og Nærverkinum og telur umleið 1.700 starvsfólk kring alt landið. Tað verður gjørt fyri at geva ta røttu og bestu hjálpina við tí minst møguliga inntrivinum og fyri at veita ta skynsamastu og bíligastu loysnina, tí stovnurin arbeiðir eftir ásettum lógum og skal tí fáa sum mest og best fyri hvørja krónu.
 
Røktarviðbót,
um tú hevur tørv á varandi røkt ella støðugari umsjón, ið ger tað neyðugt, at onnur alla tíðina eru hjá. Røktarviðbótin eru ætlaðar at gjalda kostnaðin at útvega sær neyðugu hjálpina og røktina. Røktarbústaðir. Røktarbústaðir eru fyri fólk, sum tørvar varandi røkt og hjáveru, og tí eru starvsfólk um tey alt samdøgrið. Tann avarandi landstyrismaður Kaj Leo Holm Johannesen hevur givið hánd uppá, at nú skuldi skil koma uppá Landsjúkrahúsi, hvar eru hesi  lyfti.
 
Jú, vit hoyra dagliga um sparingar, samstundis gevur landstyrismaðurin við pennastroki góðar 50 mil til landsjúkrahúsið, hetta meðan 1 persónur tekur eina stovu, har 3 persónar skulu verða. Samstundis liggja millum 3 og 6 persónar úti á gongini. Avarandi polittikarin innan Almannaráði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur lovaði, at øll sum eru millum 18 & 66 ár skulu fáa betri rættindi, eg fari at loyva mær at spyrja, hvar eru tíni lyftir, vit hoyra javnan um fólk liggja á LS uppí 10 til 18 mánar, ja enntá longri.
 
Áhugavert hevði verði um vit kundu fingi eitt árstal nær hendan lógin verður loyst. Eg havið ringt við at trúgva einum orði, men vit vóna at Landstyriskvinnan Elsebeth M. Gunnleygsdóttir verðuliga tekur hond um hetta álvarsmál. Á Landssjúkrahúsinum.
 
Tey sum hava hesi menniskju liggjandi í mánar, ja kanska áravís, hesi stakkals menniskjur skulu hava ein møguleika, ein møguleiki er at senda vikomandi heim. Eri vitandi um, at almannaverki bjóðar sum hægsta tilboð 30 tímar um vikuna, og Roðin kann ikki bjóða eykatímar.
 
Víðari sjálvandi ?
Læknar og leiðslan trysta familju at taka røktar sjúklingin heim, eg skilji tykkum sera væl, men eg haldi at leiðslan á LS, trystir á skeift stað, tit mugu tí rætta kanónina móti Almannaverki og Roðan. Leiðslan á Landsjúkrahúsinum rópar um eykastuðul, Landstyrismaðurin skrivar bara út milliónir so hesi kunnu tiga eina tí. Vit lesa eisini yvirskriftir í Socialinum. “ Byggigøla skal krógvast yvir fleiri fíggjarlógir”. Hvat er tað sum skal krógvast ??
 
Vit sum hava hjálpt røktarfólki at sleppa innum dydnar á einum røktarheimi, vit vita hvussu trupult tað er. Vit vita at familjan hevur bart við Almannaverkið, teirra úrslit var negativt. Vit vóru tveir sum fóru undir at hjálpa einum røktarpatienti, av fundum við yvirlækna, Almannaverkið og Roðan. Almannaverkið yngsti bert at fáa hendan røktarpatient heim til sín sjálvs, samstundis vildu rágevarinir á Almannaverkinum bjóða 30 tímar um vikuna. Hetta var patientur sum hevði 90 % niðursetta sjón, 60% niðursetta hoyrn, 100% avlamin og sat í rullistóli, kundi ikki nyta hendurnar og mátti hjálpast 100% av sjúkrasystrum á Landssjúkrahúsinum.
 
Roðin vildi í hesum føri eisini geva eitt ávíst tal av tímun, svarandi til ca ¾ tíma dagligt. Vit fingu so gongd á máli, eftir gott 1½ mána var sakin avvikla hjá tí juridiska partinum á Almannaverkinum, men hetta endar ikki so, Almannaverki vildi ikki gjalda, so sakin var send Markamátsnevndini, bert fáðir dagar gingu so lá avgerin klár.
 
Eitt er víst at liggja 12 mánar á Landsjúkrahúsinum hevur tikið ómetaliga har uppá patientin. Frá vit byrjaðu uppá sakina hjá hesum røktarpatienti til hesin var fluttur gingu tað 2 mánar. Røktarpatienturin var fluttur av Landsjúkrahúsinum til eitt Røktarheim, men bert fáar dagar eftir hoyrdu vit andláti. Hvat í allari víðu ver hugsa okkara politikkarar, taki tykkum saman og hjálpi hesum partinum av fólki millum 18 – 66 ár.
 
Um vit gera eina uppger hvussu nógv kann sparast, so verður nógv fólk yvirraskaði hvat fyrigongur aftan lastar dyr. Um vit taka øll 3 sjúkrahúsini, ja so liggja nokk eini 15 til 20 røktar patientar millum 18 og 66 ár á sjúkrahúsinum. Eitt pláss kostar ca. kr. 5.500,- um dagin, røktar patienturin liggur sum oftast einsamallur á einum kamari hvar 3 persónar skulu verða, hetta umrokna til kr. Ca. 16.500,- um døgni. Um vit taka eitt lágt tal, og siga at 15 røktarpatientar liggja á sjúkrahúsinum, kosta hesir røktar patientar ca. Kr. 247.500,- um døgni. Nógvir røktar patientar liggja í mánansvís, so umrokna vit 15 røktar patientar sum kosta ca. Kr. 7.325,000,- um mánaïn, og liggja í 12 mánaär ella longri, ja so er prísurin ca. Kr. Pr ár. 87.900.000,- milliónir um árï. Hesi tøl eru nokk sett alt ov lágt, eftir teim upplysningum vit hoyra. Hetta er svimlandi upphæddir, um vit hugsa røktarheimspláss, eftir dagsprísi liggja um ca. Kr. 564.000,- pr. Ár.
 
So mín áheitan er til Landstyrismannin í heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen Landstyriskvinnuna Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sum umsetir almannaráði.
 
Vælsigni tykkum og fáði skil uppá hesa skammuliga ger, og sum tit bjóða røktar sjúklingi.
 
Vinarliga.
Sofus Hansen.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…