Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greining av løgtingsvalinum

SKRIVAÐ: Lasse Klein  |  12.01.2020 - 16:09 Lesarabrøv Politikkur

Síðani Føroyar bleiv eitt valdømi er greitt, at torført var at ímynda sær hvussu atkvøðurnar fóru at fella landafrøðiliga. Men nú ber ivaleyst til at gera ávegis niðurstøður.

Hyggja vit eftir úrslitinum frá løgtingsvalinum 31. august 2019 sæst annars, at 16 av teimum 33 tingfólkunum hava fastan bústað í Tórshavnar- og Streymoyarøkinum:

 

A, Fólkaflokkurin 1 av 8 tingfólkum

B, Sambandsflokkurin 3 av 7 tingfólkum

C, Javnaðarflokkurin 4 av 7 tingfólkum

D, Sjálvstýri 0 av 1 tingfólkið

E, Tjóðveldi, 5 av 6 tingfólkum

F, Framsókn 2 av 2 tingfólkum

H, Miðflokkurin 1 av 2 tingfólkum.

 

Tórshavnar- og Streymoyarøkið  resta “bara” eitt (1) tingfólk fyri at hava reinan meiriluta á Føroya Løgtingi. Soleiðis er støðan í dag.

 

Eysturoyggin dýrastu tingfólkini

Í mun til tey sum høvdu rætt at velja á løgtingsvalinum 2019 var Eysturoyggin ringast fyri, og kostaði hvørt tingfólk 1.382 atkvøður pr. tingfólk í mun til tey sum høvdu valrætt.

Í Suðuroynni  kostaðu tey 5 tingfólkini 704 atkvøður pr. tingfólk, og tey 3 tingfólkini í Vágaøkinum 784 atkvøður pr. tingfólk. Sandoyarøkið fekk ongan tinglim valdan við 969 av teimum sum høvdu valrætt.

 

Eysturoyggin: nógvar atkvøður til onnur økir

Í Eysturoynni høvdu 8.297 eysturoyingar valrætt. 7.462 gjørdu brúk av hesum valrætti, men staðfestast kann, at 2.925 av veljaranum í Eysturoynni valdu at geva sína atkvøðu til valevnir uttanfyri Eysturoynna.

Hetta svarar til at 40,2% av eysturoyingum ikki atkvøddu fyri valevnum búsitandi í Eysturoynni.

Nógv tær flestu atkvøðurnar vóru latnar til valevnir í Tórshavnar- og Streymoyarøkinum (1.845), og til valevnir í Norðoyggjum (572). Hini økini: Vágar, Sandoy og Suðuroy fingu eisini lutfalsliga nógvar atkvøður úr Eysturoynni (512).

 

Hvør fær gagn av skipanini?

Soleiðis sum støðan í dag er, fáa trý økir størsta gagn av verandi valskipan í mun til tey sum hava valrætt, tað eru Tórshavnar- og Streymoyarøki, Norðoyggjar og Suðuroyggin.

Tað tykist sum um at lokalu áhugamálini viga meira enn áhugamálini hjá flokkunum.

Vit síggja tað eisini greitt tá fíggjarligar játtanir skulu raðfestast í almenna geiranum. Játtanir til almenna geiran, fella fyrst og fremst í Streymoyarøkinum, Norðoyggjum og Suðuroy, meðan hini økini eru eftirbátar á so at siga á øllum økjum tá tað snýr seg um almennar fíggjarligar játtanar.

Síðani Føroyar blivu skipaðar sum eitt valdømi hevur gongdin verði áleið hin sama, og trupult er at síggja hvussu hendan myndin kann verða broytt.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár