Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heilsuskúli Føroya í Suðuroynni er ein sólskinssøga | Mynd: heilsuskulin.fo

Samfelagssinni má byrja hjá tí almenna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.01.2020 - 18:25 Leiðarin Politikkur

Nú um dagarnar frættust tey keðiligu tíðindini úr Suðuroy, at Bakkafrost metti tað vera neyðugt at uppsiga 40 starvsfólk. Orsøkin var, at nóg mikið av arbeiði var ikki til teirra fyrrenn í summar. Treytirnar eru harðar í hesi bransjuni, og tað hevur eisini fingið summi til knappaborðið og mikrofonina at heita á fyritøkuna um at vísa samfelagssinni.

Nærum samstundis var Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn í Tórshavnar Kommunu, frammi og segði, at tað er ein trupulleiki, at Heilsuskúli Føroya liggur í Suðuroynni. Skúlin skal heldur leggjast, “har tað er høgligast fyri flest møgulig” og bert tá tænir “útbúgvingin røttum endamáli í mestan mun”, sum býráðslimurin málber seg. Grundgevingin er, “ov fá úr okkara øki tóku hesa útbúgving”. Tað var ikki nógv meira enn hálvtalað orð, so fekk hon stuðul frá deildarleiðara og stjóranum í ALS í Kringvarpinum mánakvøldið.

Vit í Norðoyggjum hava eisini hoyrt líknandi tónar úr miðstaðarøkinum um Tøknibreyt-útbúgvingina, fyrrverandi HT-útbúgvingina. Fyrrverandi rektarin á Glasi hevur í fleiri umførum heitt á Mentamálaráðið um at skipa so fyri, at Glasir eisini fekk heimild at bjóða hesa útbúgving út, hóast vit hava eina sera væl virkandi Tøknibreyt í Klaksvík við atknýttum næmingaheimi, um tað er ov leingi at pendla ímillum.

Alt í lagi við at biðja privatar fyritøkur vísa samfelagsinni, og nógvar teirra gera tað sanniliga eisini. Men tær hava eina skyldu til at geva partaeigarunum eitt avkast, og teirra grundarlag stendur og fellur við, at virksemið melur runt fíggjarliga. Ein kann altíð kjakast um, um tær áttu at gjørt meira fyri samfelagið, men til ber ikki at krevja, at tær verða riknar við halli.

Men hvat við samfelagssinninum hjá tí almenna? Er tað í lagi at væl virkandi tilboð í útjaðaranum fáa sítt grundarlag máað burtur av, at fólk í miðstaðarøkinum ikki vilja førka seg hóast dýrar útbyggingar av samferðslukervinum? Ikki færri enn tveir undirsjóvartunlar fara at binda miðstaðarøkið og Klaksvík saman, og kortini verður tosað um at upprætta eina dupultfunktión í Havn.

Undirsjóvartunnilin til Suðuroyar hevur gamaní longri útsiktir, men har mugu vit hugsa um, at áðrenn tilboðið í Hovi máttu fólk uttanlands at taka heilsuútbúgvingarnar, sum skúlin útbjóðar. Í dag fáa næmingarnir leigað fyri ein bíligan penga í Suðuroy og kunnu vera heima hvørt vikuskifti. Eitt risa framstig í mun til at noyðast av landinum.

Tað er sera hugstoytt at lesa, at framstandandi persónar í miðstaðarøkinum ikki duga at síggja hesar sólskinssøgurnar í Klaksvík og Hovi sum tilboð til borgarar í miðstaðarøkinum eisini, bara tí tilboðini ikki liggja í júst teirra bakgarði. Tí tilboðini eru sanniliga eisini til teirra, og hava borgarar í Havn torført við at flyta seg, so er tað eini hugburðsbroyting, ið tørvur er á.

Eitt er, at fólk í miðstaðarøkinum ikki taka undir við at desentralisera alment virksemi, sum liggur í Havn í dag. Tað er til at skilja. Ongin vil missa. Tað er eisini til at skilja, at Havnin vil vera við í kappingini um at fáa nýtt alment virksemi, so sum nýggja tjóðleikhúsið.  Men tað er óskiljandi, at tað sindrið av virksemi, sum er í útjaðaranum í dag, og sum enntá virkar sera væl, skal vera fyri so nógvum og afturvendandi ágangi úr miðstaðarøkinum.

Vit mugu gerast betri til at gagnnýta allar Føroyar. Vit eru longu nú eitt lítið land, og einans at brúka Tórshavn til almennu tænasturnar er at gera eitt frammanundan lítið land uppaftur minni, og tað gagnar ongum, heldur ikki Havnini sjálvari, ið er um at hokna undir ferðslutrýstinum og bústaðartrotinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?