Lýsing
Lýsing

Kongstrúgvir føroyingar í øldir

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.01.2020 - 17:55 Politikkur Tíðindi

Sambært fornfrøðingum eru 1170 ár liðin, síðan víkingar gjørdu landnám í Føroyum, og í ár eru 980 ár síðan, at Føroyar vóru innlimaðar í norska kongsríkið. Danska kongshúsið arvaði Føroyar fyri 640 árum síðan.

Í ár 625 búsettust írskir munkar í Føroyum, og í ár 850 gjørdu fyrstu víkingarnir lándnám í oyggjunum.
 
Søgnin vil verða við, at Tróndur í Gøtu doyr í ár 1035 eftir at hava dripið Sigmund Brestison í ár 1005.
 
Um Tróndur í Gøtu, sum kanska var máttmiklasti víkingahøvdingi í Føroyum, var ”føroyingur”, kann verða trupult at staðfesta, tí víkingar høvdu bert verið í Føroyum í lítið meira enn tvey ættarlið, tá oyggjarnar vóru undirlagdar norska kongsveldið.
 
Sama árið, sum søgnin vil verða við, at Tróndur í Gøtu doyði, verða Føroyar innlimaðar í norska kongsríki fyri 980 árum síðan.
 
Góð 300 ár seinri, í árinum 1380, verða Føroyar ogn og hjá danska kongshúsinum, tá ið danakongur Oluf II arvar Føroyar, tá ið hann tók við norsku krúnuna eftir pápa sín Kong Haakon VI.
 
Við øðrum orðum kunnu vit siga, at Føroyar hava verið ”ogn” hjá danska kongshúinum í 640 ár.
 
Tað er eingin ivi um, at føroyingar hava kent seg sera tætt knýttar at kongsveldinum, og høg sum lág hava svorið kongið eið heilt fram til tjúgundu øld.
 
Ein tann kendasta hendingin í nýggjari tíð, tá ið føroyingar hava svorið kongi eið, er í 1907, tá ið Jóannes Pætursson í røðu fyri Fríðrikki IIIV í Havn segði hesi orðini:
 
“Der er ingen af os, ikke en eneste en, der ønsker at skilles fra eder ... vi ... har i dag givet kong Frederik den 8. vort haandslag om huldskab og troskab. Hil og sæl danevælde”,
 

Tað danska kongshúsið hevur tí sera stóran týdningin fyri ríkisfelagsskapin, og tí hava Føroya- og Grønlandsvitjanirnar havt sera stóran týdning fyri ríkisfelagsskapin og kongshúsið, líka síðan kongur við undirskrift síni setti grundlógina í gildi og læt einaveldið frá sær.
 
 
 
Føroyingar og danska kongshúsið í
 
Danska kongshúsið hevur meira enn 1000 ár á baki og er umboðað av kongafamiljuni. Tað vil siga, at tann fyrsti danski kongurin Gorm tann Gamli, sum núverand Drotning gjøgnum sínar forfedrar hevur arvað krúnuna frá, livdi og ráddi, áðrenn Tróndur í Gøtu, Svínoyar Bjarni, Sigmundur Brestison og aðrir høvdingar komu til valdið í Føroyum.

Tað ber ikki til við ílegukanningum at siga, at Drotning Margretha er í familju við Gorm tann gamla. Jes Fabricius í ”Saxo-Instituttet” á lærda universitetinum í Keypmannahavn, sigur, at kongarekkjan ella kongsfamiljan aftur til Gorm tann Gamla fyrst og fremst er eitt løgfrøðiligt og politiskt ættarband.
 
- Tað var og partvís er soleiðis, at man kann gott vera í familju, sjálvt um ein ikki hevur somu ílegurnar, sigur Jes Fabricius Møller lektari í søgu, tjóðlívsfrøði, fornfrøði, grikskum og latíni á lærda háskúlanum í Keypmannahavn:
 
”Hvis barnet er knæsat, altså anerkendt, af faren, er barnet at betragte som en del af dynastiet” (sitat: Illusteret Videnskab)
 
Tann elsta kongsfamiljan útdoyði í 1448 við Christoffuri III. Eftirfylgjandi var ”Christian af Oldenborg (Christian I), sum var ættarfaðir til tað ”oldenborgske” kongsættina, sum ráddi fram til deyða Fríðrik’s VII í 1863.
Trónan var latin til Prins Christian av Glücksborg (Christian tann 9.) sum er ættarfaðir til tað núverandi Glücksborgsku ættin, sum dag ber donsku trúnuna.
 
Núverandi drotning, Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid REX, bleiv drotning í 1972.


Drotningin er omanfyri flokspolitikk og útalar seg ikki politiskt.
Kongsveldi í Danmark er sambært grundlógini, stýrisskipanarligt kongsstýri, og merkir hetta, at drotningin ikki av sær sjálvum kann taka poltiskar avgerðir. Sjálvt um Drotningin undirskrivar allar lógir, hava lógirnar einans gildi, um ein fólkavaldur ministari eisini hevur undirskrivað.
Sum ovasti statsleiðari er drotningin við, tá ið nýggj stjórn skal skipast. Eftir at hava spurt politisku floksformenninar um ráð, gevur drotningin tí formanni, sum hevur flest fólkatingslimir aftanfyri seg, boð um at skipa stjórn, og tá ið nýggj stjórn er skipað, verður hon innsett av drotningini.
 
 
Drotningin hevur ein sera týðandi leiklut
Tað er drotningin, sum formelt er stjórnarleiðari, og tað merkir, at tað er drotningin, sum situr við borðsendan, tá statsráðið savnast at undirskriva lógir, sum fólkatingið hevur samtykt, soleiðis at lógirnar fáa fult gildi. Statsministarin og uttanríkisministarin fundast regluliga við drotningina, har tey kunna og tosa við drotningina um fremstu og mest átrokandi politisku málini. Tað er eisini drotningin, sum stendur á odda fyri almennu móttøkuni, tá útlendskir statsleiðarar vitja. Útlendskir ambassadørar mugu møta til fundar á slottinum, áðrenn teir fáa loyvi at virka í kongaríkinum.
 
Líka síðan endan av trettanhundratalinum hava Føroyar verið partar av danska ríkinum. Hóast hetta mugu vit leita heilt fram til 1844 fyri at finna fyrstu vitjanina í Føroyum frá danska kongshúsinum.
 
Íroknað seinastu vitjanina hjá Margrethu, drotning í 2016 og vitjanina hjá Fríðrikki, krúnprinsi í Klaksvík í 2019 hava danskir monarkar ella umboð fyri danska kongshúsið, frá 1844 og fram til dagin í dag, vitjað 27 ferðir við 6-7 ára millumbilum.
 
Í 1874 var fyrsta almenna kongsvitjanin í Føroyum.
 
Orsøkin til at tað skuldi ganga næstan 500 ár áðrenn, kongur setti fótin í land í Føroyum, skal síggjast í ljósinum av serligu støðu Føroya í ríkinum, í leiklutinum hjá kongi og symbolska týdninginum og funktiónunum av ferðunum, skrivar danski søgufrøðingurin Mads Valdmar Egsgaard Hauge, í áhugaverdari greining, sum kann lesast her:
 
De Danske Kongers Kronologiske Samling - Mads Valdemar Egsgaard Hauge
 

Sí videoupptøku, sum Norðlýsið gjørdi, tá ið drotningin hevði tíðindafund umborð á skipi sínum við endan av vitjanini í 2016. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem skírisdag í Varpinum
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald