Lýsing
Lýsing
Lýsing

Integration.fo nýggjur føroyskur miðdepil fyri vitan og tilfeingi um integratión

SKRIVAÐ: Útlendingastovan  |  16.01.2020 - 14:09 Tíðindaskriv Tíðindi

Mánadagin, 20. januar leggur Útlendingastovan heimasíðuna integration.fo fram. Hetta er ein heimasíða, hvørs endamál er at savna saman, skapa og luta føroyska vitan og tilfeingi um integratión.

Heimasíðan veitir yvirlit yvir integratiónsverkætlanir kring landið, góðar mannagongdir, hjálpartól og tilfar. Heimasíðan vendir sær serliga til fakfólk, ið arbeiða við integratión á ein ella annan hátt, men einstaklingar, ið óformliga arbeiða við integratión ella hava áhuga í integratión, kunnu eisini fáa ágóða av tí, ið heimasíðan hevur at bjóða.

- Leitar tú á netinum eftir upplýsingum ella tilfari um integratión, er tað ofta so, at úrslitini av leitingini ikki eru viðkomandi ella nýtilig í føroyskum samanhangi. Integration.fo skal veita lesarum føroyska vitan og royndir innan evnið, sum passa í ein føroyskan samanhang, sigur David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni.

Seinastu árini er tilflytingin til Føroya vaksin støðugt, og fleiri føroysk fakfólk, eitt nú hjá kommunum og á skúlumkring landið, leita eftir kunning og tilfari, ið kann veita teimum betri innlit og stuðul í teirra arbeiði.
Hóast netið er á tremur við kunning um integratión av alskyns slag, hevur avbjóðingin verið at tillaga ella avmarka viðmælini, so tey passa til føroyskan samanhang. Fakfólk fáa nú høvi til at leita sær viðkomandi upplýsingar á integration.fo, sum tey kunnu skilja og brúka við tað sama.

Lættir um samstarv
- Eg hoyri ofta fólk siga eina avbjóðing vera, at tey ikki vita, hvat onnur kring landið arbeiða við, og at tað er ørkymlandi, tá tey seinni leggja til merkis, at tey hava arbeitt við júst tí sama. Eitt av endamálunm við hesi heimasíðuni er, at tað gerst lættari fyri fakfólk at fáa samband við hvønn annan og samstarva um verkætlanir, sum tey arbeiða við ella birta upp undir nýggjar verkætlanir, leggur David Im aftrat.

Brúkarar kunnu skráseta integratiónsverkætlanir á heimasíðuni, og eftir at tær eru góðkendar, verða tær lagdar á heimasíðuna til taks fyri almenningin. Einasta krav er, at verkætlanin hevur ein integratiónsvinkul. Tað kann til dømis vera næmingar, sum hava gjørt skúlaverkætlan um integratión, ein framleiðsla ella eitt skeið. Hetta tilfar verður so tøkt sum leistur fyri onnur kring landið, sum tey kunnu brúka og eisini tillaga.

Almenn móttøka 20. januar
Almenn móttøka verður mánadagin 20. januar kl. 13.00 í Norðustovu í Norðurlandahúsinum við luttøku av landsstýrismanninum, har greitt verður frá heimasíðuni.

Á móttøkuni fer Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í integratiónsmálum, at bjóða vælkomin. Helena Dam Á Neystabø, verkætlanarleiðari í Mentamálaráðnum, fer leggur fram námsætlanina fyri nýggju undirvísingina í føroyskum fyri tilflytarar, og Kristianna Winther Poulsen, nevndarlimur í Reyða Krossi Føroya fer eisini at hava eina framløgu um arbeiðið hjá Reyða Krossi við integratión, millum annað eina nýggja verkætlan, sum hevur heitið “familjuvinir”.

Øll eru hjartaliga vælkomin til ein góðan kaffimunn og ein gyltan møguleika at fáa svar upp á møguligar spurningar og eisini til at koma við uppskotum.
Heimasíðan integration.fo verður tøk fyri almenninginum mánadagin, eftir at móttøkan hevur verið.

Skráin
13.00 – Byrja
13.05 – Landsstýrismaðurin, Helgi Abrahmasen bjóða vælkomin
13.15 – David Im, integratiónssamskipari, vísir og greiða frá heimasíðuna
13.30 – Helena Dam Á Neystabø, verkætlanarleiðari, leggur fram námsætlanina fyri nýggju undirvísingina í føroyskum fyri tilflytarar
13.45 – Kristianna Winther Poulsen, nevndarlimur í Reyða Krossi Føroyar, leggur fram um nýggju integratiónsætlan teirra, sum hevur heitið “familjuvinir”
13.45 – Spurningar, viðmerking
14.00 - Liðugt

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi