Lýsing
Lýsing
Jenis av Rana, mentamálaráðharri og Sunnleif Rasmussen kjakaðust í sjónvarpsstovuni við Jón Brian Hvidtfeldt sum verti | Mynd: kvf.fo

Tey kristinkonservativu svara aftur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2020 - 17:48 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Rættiligur røringur er komin í, nú landsstýrismaðurin í mentamálum hevur heiðrað kristiliga forlagið Leirkerið við eini virðisløn. Fyrst við peikifingrinum var Kringvarpið, ið fekk landsstýrismannin at standa skúlarætt í Degi og viku hóskvøldið, og síðani vóru tað Sosialistisk Ung, sum løgdu landsstýrismannin undir at røkja persónlig áhugamál við virðislønini.

Spurningurin er, hvat hesi høvdu væntað. Jenis av Rana, Miðflokkurin og tey konservativu kristnu í Føroyum hava alt seinasta valskeiðið staðið og hugt hjálparsleys at, meðan vinstravongurin trumfaði samkynt hjúnaband ígjøgnum. Miðflokkurin stóð fullbúgvin til reiðar at rulla hetta aftur, men slapp ikki, tí tað avgjørdi hann ikki einsamallur. Bæði Sambandsflokkurin og formaðurin í Fólkaflokkinum søgdu, at samtykt var samtykt, og tey vóru ikki við uppá at rulla hjúnabandslógin aftur. Miðflokkurin slakaði.

Men á hesum økinum hevur mentamálaráðharrin heimild at avgera tað sjálvur uttan at spyrja hinar flokkarnar eftir, og sjálvandi ger hann tað. Tey sum hildu at ein miðflokkaministari ikki fer at seta síni fingramerki, har hann kann, kenna ov lítið til føroyskan politikk. Jenis av Rana hevur lógina á síni síðu, so tað hevði verið uppaftur meira undarligt, um hann bara førdi politikkin hjá undankvinnuni víðari.

Vit sóu neyvt tað sama í fiskivinnupolitikkinum. Tey á vinstravonginum fóru út og kallaðu tað beinleiðis landasvik, at samgongan ikki føri teirra politikk víðari.

Onkursvegna tykist tað, sum um andstøðan – og í ávísan mun Kringvarpið – er ovfarin av, at stjórnarskiftið hevur viðført, at ein annar politikkur nú verður førdur. Men tað løgna í hesum málinum er ikki, at Jacob Vestergaard og Jenis av Rana føra ávikavist fólkafloks- og miðfloks-politikk. Tað løgna er, at hetta skal undra ávikavist Tjóðveldi, Sosialistisk Ung og Kringvarp Føroya.

Og um nakar heldur, at nú fiskivinnunýskipanin er afturrullað og Leirkerið heiðrað, so steðgar tað her, so fara tey eisini skeiv. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eru nústani komnir í gongd, og vit fara uttan iva at síggja nógv meira av hesum. Miðflokkurin hevur longu roynt við bæði hjúnabandslógini og sendistovuni í Jerusalem, og fer ikki at helma í. Og hví skuldi Miðflokkurin eisini tað?

Tá undanfarna vinstrasamgonga hevði fingið hjúnabandslógina samtykta, steðgaði hon heldur ikki har. Tey vóru beint víðari eftir løgfrøðiligum kynsskifti, sum tó ikki eydnaðist, helst tí samgongan kom í minniluta. Miðflokkurin mátti bara standa á síðulinjuni og øtast og tala at, men fekk onki gjørt. Nú fær hann gjørt okkurt, og tað ger hann.

Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eru konservativir flokkar, og eru tí til at tosa við fyri Miðflokkin. Miðflokkurin fer uttan iva eftir málum, sum hann veit, at teir báðir kunnu taka undir við, eins og eftir at seta síni fingramerki á tær kunngerðir, rundskriv og avgerðir annars, sum landsstýrismanninum er heimilað sjálvur at gera av. At Sambandsflokkurin ikki fer at ganga ímóti Danmark í málinum um sendistovu var at vænta, men í mongum øðrum málum kunnu Sambandsflokkurin og Miðflokkurin draga somu línu.

Vit sóu á løgtingsvalinum, at ein tann mest kristinkonservativi politikarin uttanfyri Miðflokkin, Jógvan á Lakjuni, nærum tvífaldaði sítt atkvøðutal. Tað kemur sjálvandi ikki av ongum, men tí at kristin og konservativ í stórum tali hava staðið saman um hann. Hendan megnarundirtøkan hevur sjálvsagt eisini viðvirkað til, at hann varð valdur til løgtingsformann.

Tað er tí eitt sindur burturvið, tá andstøðuflokkarnir og miðlarnir látast at vera himmalfalnir yvir, at Miðflokkurin førir miðflokkapolikk, nú hann kann. Tí tað løgna er ikki, at Miðflokkurin ger tað, men at tað skal koma óvart á nakran. Tað er heilt í lagi at vera forargaður yvir, at føroyskur politikkur sveiggjar frá vinstru til høgru, úr eini “grøv” í aðra, men tað er nú einaferð tað, veljarin vil. Tað varð ikki minst undirstrikað av teirri hørðu revsing, brúgvabyggjarin Sjálvstýri fekk á valinum. Fólkið ynskti ikki teirra bleytu millumvøru, fólkið ynskti høgrapolitikk og ja, eisini kristinkonservatismu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin