Lýsing
Lýsing
Lýsing

Silvurkalvi rikin á land

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.01.2020 - 13:21 Myndarøð Tíðindi

29. november 2019 ringdi Birgir Mikkelsen úr Klaksvík á Havstovuna, um at ein ”óvanligur” fiskur var rikin á land, beint niðan fyri Føroya Bjór í Klaksvík.

Birgir var so beinasamur at taka nakrar myndir og nøkur filmsklipp av fiskinum, og eisini ómakaði hann sær at taka mát av fiskinum.

Fiskurin var ein silvurkalvi á 145 cm til longdar. Silvurkalvi er ikki óvanligur í føroyskum sjógvi, tó er hann ikki tíðum gestur. Hann livir frá norðara parti av Atlantshavinum, frá Grønlandi, norður Norra til norður Afrika.

Hettar skrivar Rógvi Mouritsen í bókini ”Fiskar undir Føroyum” um silvurkalvan:

Silvurkalvi (silvurkalvaættin)
Trachipterus arcticus (Brünnich, 1788)

Stødd: Silvurkalvi verður upp í 3 metrar til longdar.

Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur úr vatnskorpuni niður á 600 m.

Litur: Fjaðrarnar eru reyðar, og kroppurin er silvurblankur. Einir 4-5 dimmir blettir eru eftir síðunum undir ryggfjøðurini.

Teinar: R 150-190.

Lýsing: Kroppurin hevur mest sum bendilsskap, langur, tunnur og hávaksin. Silvurkalvi hevur eina rættiliga vælvaksna ryggfjøður, av nakkanum aftur móti klingruni. Fremstu 5-6 teinarnir stinga nakað upp um hinar, eitt sindur duskakendir. Hann hevur heilt smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar, men onga gotfjøður. Sterturin er upprendur. Høvdið er stutt og lítið. Tannleysi kjafturin er lítil og stendur eitt sindur fram úr fiskinum. Eyguni eru rættiliga stór. Á gomlum fiskum kann duskurin á ryggfjøðurini vera burtur og eisini sterturin, og búkfjaðrarnar eru minkaðar ella eru burtur.

Eyðkenni: Silvurkalvi líkist í litum og skapi sildakongi, tó silvurkalvin verður ikki so langur, og hann er eisini lutfalsliga hægri.

Týdningur: Silvurkalvi hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Vågmær, en: Dealfish, fr: Ruban, ís: Vogmær, no: Sølvkveite, tý: Spanfisch

Útbreiðsla: Hann sæst av og á undir Føroyum.
Hann svimur seg viðhvørt upp á land ella spælir sær í vatnskorpuni innansyndis.
Hann er onkuntíð fingin á laksalínu undir Føroyum og eisini á tráðu í Sandagerði í Tórshavn, og av og á fæst hann eisini í nútíðar stóru flótitrolum.
Er í Norðuratlantshavinum, við Noreg, undir Íslandi og av Hvarvinum til Portugals og Marokko.

Kelda: hav.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni