Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Vedtaget med et bredt flertal!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  24.01.2020 - 08:37 Bloggur Politikkur

Hesi orðini eru mangan at hoyra ella síggja í donsku fjølmiðlunum, sum tekin um at Danska Fólkatingið, av virðing fyri demokratinum, roynir at fáa so breiðar og eisini tvørpolitiskar semjur, sum gjørligt, og sýnir samstundis eisini á tann hátt virðing fyri øllum tinginum, og tryggjar at avgerðir halda tvørtur um val.

Nú er tað kanska, sum at vísa tarvi reyðan dúk, at peika á danska fólkatingið, sum eina politiska fyrimynd fyri føroyskum politikki.  Men, fyri at gera kósina móti einum slíkum argumenti mjúkari, so kunnu vit nevna tvey politisk ræðudømi, og eru tey Bretska Parlamentið og Senatið og Umboðsmannatingið í Washington. Í Westminster parlamentinum sleppur andstøðan aldrin frammat, og verður aldrin spurd eftir.

Í Washington tosa meirilutin og samgongan sjáldan saman, og hava stundum lagt Senatið (bæði tinghúsini) lamin í fleiri ár, bara fyri at forða einum sitandi forseta at fáa sín vilja í nøkrum. Í løtuni eru Republikanararnir í ferð við at forða fyri allari vanligari amerikanskari rættargangs siðvenju, við at forða vitnum at tosa í Trump málinum, og við at sýta fyri at leggja fram próvførslu, ið kann skaða sitandi forsetan. Og hesi tingini – í London og í Washington - reypa um fólkaræði, um demokrati!

Tað er sostatt ikki bara í Tórshavn, at tað ikki verður so nógv parlera, tosað saman, í tinginum. Víst tosa tey mangan eina rúgvu í løgtinginum – men, tað er kanska so, sum so við at tosa saman, og tað er alt ov sjáldan, at vit hoyra ella lesa, at ein breiður meiriluti í tinginum hevur samtykt eitt mál, verið tað stórt ella smátt.

Danska Fólkatingið er kanska noytt at leita eftir breiðum semjum, tí talan er næstan altíð um minnilutastjórnir.  Men, tað er kortini ikki einasta orsøkin – orsøkin er heldur hon, at stjórnir og tingið vilja hava varðandi semjur, semjur sum halda í nøkur ár. Og fyri at fáa slíkar tvørpolitiskar semjur, so er sjálvandi neyðugt at tosa saman, og tað bæði væl og leingi, og at vera til reiðar at góðtaka semjur, har partarnir stundum noyðast at slaka fyri at náa á mál. Tað eru sjálvandi eisini undantøk, tí heykar finnast eisini í fólkatinginum.

Seinnu árini eru mong stórmál í løgtinginum samtykt við minst møguligum meiriluta – tað er kanska, við einari atkvøðu í meiriluta. Hettar er sjálvandi fult lógligt sambært stýrisskipanini. Men, er hettar samstundis altíð í samsvarð við demokratisku spælireglurnar?

Kann tað, at mál verða trýst ígjøgnum við minst møguligum meiriluta, ikki eisini vera tekin um at tað finnast heykar í føroyskum politikki, sum kanska halda litið um demokratisku spælireglurnar, og heldur vilja trýsta sín persónliga vilja í gjøgnum, kosta hvat tað kosta vil, uttan at tosa seg til sættis. Og her er vert at leggja dent á, at semju og samtaluskyldan hvílur á herðunum á øllum limum tingsins! Stundum tykist tað eins og andstøðan SKAL vera ósamd við samgonguni. Heykanir sita eisini í andstøðuni.

Bæði vinnan og umsitingin hava brúk fyri varðandi semjum, tí tað kostar í ótryggleika, orku og peningi, hvørjaferð tingið broytir sínar avgerðir – sum hægsti instansur í landinum, eigur tingið at vera til at líta á.

Í Danmark siga tey: Samtale fremmer forståelse! Og: Demokrati er samtale!  Smáborgarlig orð kanska, og tó! Hóðast tað stundum kann vera neyðugt við einari harðari hond, so er kynstrið at tosa saman og at leita eftir sámiligum semjum, kortini tað, ið heldur longst. Og demokrati verður aldrin tað, at trumfa sín vilja ígjøgnum við snildum og minst møguligum meiriluta, bara fyri at fáa sín vilja.

Um løgtingslimir ikki virða fólkaræði, hví skulu veljarnir so gera tað?

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði