Lýsing
Lýsing
Lýsing

Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.01.2020 - 04:47 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag lat upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum, har listamálarin Arnold Vegghamar sýnir fram 33 dygdargóðar málningar.

Rættuliga fitt av fólki hevði leita sær oman á Klaksvíksvegin í rímuliga góða veðrinum í dag. Fernisering var klokkan 16:00 og umframt framúr tónleikaframførðslu frá Hans Andrias Jacobsen, var Hilmar Høgenni komin at røða fyri listamanninum og øllum gestunum.


Røðan hjá Hilmar verður endurgivnin her:


Góðan dag


Fyrst takk fyri innbjóðingina, at siga nøkur orð í dag, nú henda framsýningin hjá skyldmanninum Arnold Vegghamar letur upp. Eg og Arnold eru fermenningar. Langabbi mín var yngsti beiggi langabba Arnhold, so er tað fingið upp á pláss.


Á Heimasíðuni hjá Myndlistafelagnum lýsir Arnold seg sjálvan, sum sjálvlærdan listamálara. Arnold luttók fyrstu ferð á Ólavsøkuframsýningini í 1957 og veturin 1958-59 gekk Arnold á listaskúlanum, sum Listafelag Føroya skipaði fyri . Á hesum listaskúla frálærdu Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban.


Hóast hesin listaskúlin virkaði stutt, fekk hann stóran týdning fyri føroyska list seinni. Eg kann nevna, at Tommy Arge, Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson, sum allir eru ella vóru nøkur fá ár yngri enn Arnold, eisini vóru næmingar á listaskúlanum.


Kom at hugsa um eina søgu, sum ein av teimum segði frá, um tá hann sum heilt ungur lat eina myndi inn til Ólavsøkuframsýningina fyri fyrstu ferð. Hann var smæðin og hevði hug bara at seta myndina í eitt horn og so siga sum minst. William Heinesen hugdi at myndini og helt fyri: "Jú hendan skal við á framsýningina" síðani spyr William: Trýrt tú uppá gud?" Hann dregur eitt sindur á at svara, "jú tað gjørdi hann nokk, hann gekk regluliga í kirkju og hevði eisini verið klokkari onkuntíð"
William spyr hann víðari: "trýrt tú uppá huldufólk?" "Jú" tað helt hann, "tað var í hvussu er meira millum himmal og jørð enn tað sum eyga sær" tá sigur William við hann: "tú skal leggja teg eftir at mála tað ósjónliga, sjónligt"


Í  mínum hugaheimi málar Arnold tað ósjónliga, so tað verður sjónligt. Eg havi tað eg minnist vita av Arnoldi og at hann hevur málað, men kanska ikki givið mær so nógv far um hvat og hvussu hann hevur málað, fyrr enn fyri góðum 20 árum síðani.


Tá eg byrjaði at arbeiða á Løgmansskrivstovuni fekk eg eina mynd hjá Arnold á skrivstovuna. Hetta var ein mynd við einum fjalli í baksýninum, og frammanfyri var hagalendi við einum varða. Málningin dámdi mær frá fyrsta degi, minnist meg rætt var hon málað síðst í 80´unum. Sjálvt myndaevni hevur Arnold nýtt ofta og er heiti ofta "á Bláhomrum".


Teknikkurin er smáir prikkar, ella heilt smá strok í einum meldri av sterkum litum, sum saman geva eina heila, heita,  hugnaliga og glaða mynd. Hvørki himmal, fjall, hagi ella varði eru endurgivin í nátúrligum skapi ella liti. Tað er stutt til at hugsa, at hetta er sum ein franskur impressionistur ella van Gogh. Men hetta er fyrst og fremst Arnold. Arnold hevur langt síðani funnið tað, sum nógv listafólk leita alt lívið eftir, hann hevur funnið seg sjálvan listarliga. Vit ivast ikki at verkini eru hansara, tí hann er sín egin.


Myndaevnið er úr nærumhvørvinum hjá Arnoldi. At myndaevnið er "á Bláhomrum" er kanska ikki so áhugavert í sjálvum sær. Tað sum er spennandi, er hvussu myndaevni er tulkað á veg úr hugaheimunum hjá Arnoldi og á løriftið. Eg havi lisið meg til at hetta var ein máliteknikkur, sum Arnold tók til sín í 80'unum og var eitt stórt stílbrot á hansara listaleið. Hyggja vit nærri í heimliga umhvørvinum kundi eg nevnt Tommy Arge, men Arnold brúkar ikki hansara døkka og jarðliga litaval. Um Tommy málaði í mol, so er Arnold í dur -skalanum. Tað er meiri tað lætta og glaða sum kemur fram í huganum, tá tú sært hesa myndina hjá Arnoldi. Myndin hongur ikki longur á skrivstovuni hjá mær, tí í dag er hon partur av føstu framsýningini í Listaskálanum.


Á skrivstovuni hjá mær í dag hongur ein annar málningur hjá Arnoldi, myndin er frá 2006 við heitinum "Fjallið". Myndaevnið er meiri einfalt, eitt fjall í baksýninum og eitt fjall fremst við tveimum homrum. Vekk eru allir prikkarnir og strokini eru stór og tíðilig. Llitirnir eru vornir færri, og uppá sín vís er myndin vorðin einfaldari, men einføld er hon ikki. Hann er komini uppaftur longri í sínari abstraktón av upprunaliga myndaevninum, fjallið er vorið hansara og rættasta heitið hevði kanska verið  eitt fjall.


Eg síggi hesa myndina hvønn dag eg eri til arbeiðis, men troyttur verði eg ikki av henni. Eg verði í góðum lag av myndini.  Einfalda myndaevnið, ljósa og glaða litavalið, sum skapa eina heild, sum er ótømandi at hyggja at. Arnold hevur ikki málað fjallið, sum tú og eg síggja tað, men hann hevur gjørt tað til sítt, við at mála tað ósjónliga sjónligt.


Tað er hugalig at síggja at tú málar framvegis og at tú hevur so nógv upp á hjarta listaliga. Góði Arnold til lukku við framsýningini.


Takk fyri


---


Framsýningin hongur uppi fram til 20 februar og er opin soleiðis:

  • Mánadag til fríggjadag: 10:00 til 16:00
  • Sunnudag: 15:00 til 19:00

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi