Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

75 ár síðani ræðuleikin í Auschwitz bleiv sjónligur fyri heiminum!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  27.01.2020 - 10:19 Bloggur Tíðindi

27. januar í 1945 komu russiskir hermenn framá týsku týningarleguna, og gjørdist vitnir til størstu skemdargerðina í allari teirri kendu mannasøguni. Longu í 1942 vistu teir sameindu leiðarnir um týsku týningarlegurnar, men valdu heldur at nýta orku sína á øðrum hermótum.

Hópdráp eru helst kend gjøgnum alla mannasøguna. Vit kunnu bara nevna hóptýningarnar av armenum, ella hóptýningarnar í Rwanda og á Balkan.  Men, tað sum ger týsku týningarlegurnar til tað, ið er verri enn alt annað, tað er, at meðan hinar týningarnar eru farnar framm í einum illsinnis ella øsingarrusi, sum so er kólnaður aftur, so fóru týsku týningarnar fram systematiskt, ár eftir ár.

Allar hóptýningar, øll hópdráp eru av tí ónda! Men, systematiskt at beina fyri einum ættarbólki, ella fólki við likamligum brekum og ørvísi hugsandi, ár eftir ár, tað er hóast alt botnurin av tí niðastu avgrundini mannaættin nakrantíð er sokkin í.

Mong standa enn undrandi og spyrja: Hvussu kundi ein so frammkomin og siviliserað tjóð sum Týskland søkka so langt? Hvat eru tað fyri menniskju, ið kundu gera píning og týning til ein stóridnað?  Hvussu kundu hesi fólkini fáast við tortur og hóptýning um dagin, og so far heim um kvøldi og røkja sínar fammiljuskyldur, sum fólk flest?

Og so tann spurningurin, ið bleiv settur millióntals ferðir í øllum teimum týsku týningarlegunum: Hvar er hin góðu Guð nú?  Hvar er hin elskandi Faðirin nú? Hin náðigi Guð, sum jødar og kristin hóast alt hava í felags?

Eg kenni tíverri ikki svarið uppá nakran av hesum spurningunum. Men, eg havi hitt mangar týskarar, eisini serbar og kroatar og fólk úr Rwanda, og hettar eru fólk, menniskju eins og tú og eg.  Tað er ongin munur á teimum og á okkum – munurin er bara tær søguligu umstøðurnar, hóppsykosan, hópørskapurin sum kann gera okkum øll før fyri næstan hvat sum helst. Týskarnir eru hvørki verri ella betri menniskju enn vit onnur!

Hvussu kundi ein kraftidiotur, sum Hitler seta seg á eina so frammkomna og mentaða tjóð? Analysurnar eru nógvar og svarini eru óiva líka so nógv. Serfrøðin og klókari fólk enn eg, hava helst okkurt boð uppá gátuna. Men, tað er og verður, at enda, ein loyndardómur, eitt mysterium, hvussu tað eydnaðist honum. Men, tað gjørdi tað! Og tað eigur at vera ein ávarðing til alla mannaættina til allar tíðir!  Ein klovnur kundi strikað og oyðileggja so nógv, og vera orsøkin til at 50 milliónir menniskju lótu lív.

Tað er vert at hugsa um, at hann kundi lumpa tey hampiligu, tey skikkiligu, tey klóku og tey skilagóðu, tey elskuligu og tey ediligu til at fylgja sær í sínum øra fananskapi. Hann dró mannaættina niður í eitt dýpi av djevulskapi, sum ikki hevur sín líka í kendu mannasøguni.

Lýdni og líkasæla og ótti eru helst fyribrigdi, ið merktu Hitlertíðina. Týski búskapurin lá øskukaldur, og so kom frelsarin við sínum gykli.  Fólk fingu mat í munnin og helst okkurt slag av virðing fyri sær sjálvum eisini, og so var bara at fara umborð á tokið meðan tað koyrdi. Eg sigi ikki hin svanga ringan um hann ella hon fáa ein rús av at fáa mat í munnin og ein glotta fyri framman.

Men, Várharra hevur givið okkum ein trygdarventil, sum eitur ivin. Ivin er í veruleikanum lykilin til allan framburð. Tey sum ivast og spyrja víðka sjónarringin, og eru besta trygdin móti fanatiskum ørskapi. Lýdni og líkasælan og ótti slættaðu veg fyri Hitleri og hansara galskapi. Hitler kúgaði ella beindi fyri, sum ivaðust og spurdu – og tað er kanska júst her, at vit í dag eiga at síggja tekin í sól og mána!

Tá týningarlegurnar blivu avdúkaðar søgdu tey: Hettar má aldrin henda aftur!   Men, tað er hent aftur síðani.  Ikki so systematiskt, sum hjá Hitleri. Men, tað er farið framm, eisini í Evropa, og meira ella minni einavaldssinnaði fólk, ið ynskja at kúga frælsinum spøkja enn, eisini í Europa, og aðrastaðnis í heiminum. Í Týskalandi sóu tey ikki tekinini í sól og mánað, fyrrenn tað var ov seint – fjøldin tagdi og samtykti tí, tí at tað kostaði at ivast og at siga sína meining – tað kostaði lív og førleika.

Kann tað henda aftur?  Er tað nakar møguleiki fyri at slíkt kann endurtaka seg?  Svarið er JA!!! Tí søgan hevur prógvað, at mannaættin er veik, og eitt lætt offur fyri gyklarum. 27. januar í 1945 var ein dapur dagur í søgu mannaættarinnar, tí tá byrjaði avdúkingin av stórsta systematiska djevulskapi mannaættin hevur útint.

Men, tað er ongin psykiskur ella fysiskur munur á einum týskara ella tær og mær, og tí noyðist øll mannaættin at vera vakin, annars er ilt at gita hvat vit kunnu finna uppá, um bara hin rætti gyklarin stígur framm.

Lærarin hjá mær í hebraiskum, sum var eysturevropeiskur jødi, og hevði yvirlivað eina týningarlegu, plagdi at siga, at hann hevði verið i helviti í 17 mánaðir, og visti hvussu tað sá út har! Hann siteraði mangan heimspekingin Immanuel Kant, sum skal hava sagt: Menniskjan er før fyri tað góða, men hevur lyndi til tað ónda!

Dapur orð at enda við kanska, men ikki nyttuleys, um tey eggja okkum til at vera vakin! Tí slíkt má og skal ikki henda aftur!

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap