Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársfrágreiðingin hjá KÍ-formanninum

SKRIVAÐ: Ítróttur  |  28.01.2020 - 19:22 Ítrottur Tíðindi

Ársfrágreiðingin á aðalfundinum hjá KÍ 27. januar 2020

Ársfrágreiðingin á aðalfundinum hjá KÍ 27. januar 2020 var hendan:

 

Góðu tit øll í Klaksvíkar Ítróttarfelag

Í ár er serliga hugaligt at halda røðu sum formaður í KÍ og at skriva eina formansfrágreiðing um farna árið 2019.

Tað gongur ómetaliga væl.

2019 bleiv okkara ár, alt eydnaðist til fulnar.

Nevndin, venjarar, liðleiðarar, hjálparfólk av ymiskum slag, leikarar, stuðlar, kommunan og viðhaldsfólk og onnur. Vit hava øll staðið saman um KÍ enn einaferð í 2019. Latið okkum halda áfram við hesum.

Fyrst nøkur orð um besta mansliðið

Serliga stendur eftir, at besta mansliðið vann FM, og kláraði at spæla seg víðari tvær ferð í Euro League, áðrenn eitt tepurt samlað tap móti Luzern úr Sveits setti okkum uttanfyri hetta fína selskap.

Stuttligt var eisini at síggja, at arbeiðið hevur borið við sær, at KÍ nú aftur er umboðað á A-landsliðnum við fleiri leikarum, harav eisini í start-11.

Tað er eisini sera hugaligt at síggja, at ungdómsdeildin heldur fram við at levera góðar ungdómsleikarar til bestu deildina. Spennandi verður at fylgja við fleiri navngivnum spælarum komandi árini.

Síðan nøkur orð til besta kvinnuliðið
Okkara kvinnur eru eisini aftur í fremstu røð. Við grundleggjandi og miðvísum arbeiði við kvinnunum hevur hetta givið ávøkst.

Øllum kunnugt, so vunnu tær 17 ár á rað, men mistu so á stokkinum í 2017 og 2018. Hóast tær fylgdu væl við í toppinum, so eydnaðist tað ikki tey bæði árini.

Men, sum sagt, í 2019 var alt aftur við tað gamla. Úrslitini hepnaðust væl. Tær vunnu og fingu stig, tá tað kravdist, og tíbetur tóku avbjóðararnir stig frá hvørjum øðrum, tá tað passaði okkum væl. Úrslitið var sera gott, tá hugsað verður um skaðar, serliga lyklaspælarar, og at onkrir leikarar ikki vóru tøkir vegna lestrarørindi v.m.

Í steypakappingini gekk ikki eins væl. Liðini sunnan fjørð vóru meira uppsett, tá steypakappingardystirnir vórðu avgreiddir.

Samanumtikið eru vit sjálvsagt sera væl nøgd við kvinnupartin í felagnum.

Tað gongur væl við venjingunum nú í 2020, og uppmøtingin er sera góð í ár.

Okkara kvinnur eru væl umboðaðar á U- og A-landsliðnum.

Dystir í Europa

Okkara bestu mans- og kvinnulið skulu út í Europa at luttaka í ár. Hetta er ein stór uppgáva fyri okkum øll.
Lutakastið fyri mansliðið verður um miðjan juni, og fyrstu dystirnir verða 7. og 15. juli.

Kvinnurnar síggja eisini fram til aftur at umboða KÍ í Europa. Í juni verður avgjørt, hvørji vertslondini verða. Sum so mangan kann roknast við, at Litava ikki er millum londini, sum tær onki hava ímóti, har hava tær verið so ofta. Lat okkum nú síggja, hvagar ferðin gongur mitt í august!

1 deild menn

Við nærlagni og sera góðum samanspæli millum venjarar vunnu vit hesa deildina. Tá hugsað verður um, at hetta er ein menningardepil til besta mansliðið, má hetta sigast at vera eitt satt bragd.

U 21 deild menn

U21 hevur tvey lið, har annað er eitt sosialt tilboð til leikarar, sum ynskja at spæla fótbólt sum eitt hugnaligt ítriv. Hetta riggar sera væl, og hava vit ein stóran hóp.

Hitt U21 liðið er mannað við teimum leikarum, sum leikliga hava støði at leika ímóti bestu leikarunum í hesum aldri. Hesir náddu eitt 3. pláss í FM, sum má sigast at vera eitt flott úrslit.

2. og 3. deild menn

2. deild er eitt kombinerað samanspæl millum yngri leikarar, sum ikki fáa spælitíð á 1. deild, og eldri sosialt hugaðar leikarar, og riggar hetta eisini sera væl.

At tað fremur áhugað at vera saman sosialt og spæla fótbólt, er 3. deild menn, eitt gott boð um. Hetta riggar eisini sera
væl.

Ungdómsdeildin

Farna árið var eitt sera gott ár hjá felagnum.

Um vit deila ungdómsdeildina upp í 4 bólkar, so hava vit 2 bólkar í yngru árgangunum hjá gentum og dreingjum og 2 bólkar hjá eldru árgangunum bæði gentum og dreingjum.

Yngru gentur vóru væl fleiri í 2019 enn undanfarna ár, og U9- gentur kláraðu seg væl, men ynskja vit at fáa enn fleiri at spæla.

U11 gentur vóru í stórari menning og vunnu bæði Summarcup og A-bólkin. So sigast má, at hetta var ein sólskinssøga.

U7, U8, U9

U7, U8 og U9 vóru eisini í stórari menning, og fingu hesi lið góð úrslit, og ígjøgnum árið komu fleiri leikarar afturat.

U11

U11 fevndi um 4 lið, og er hetta ein stórur árgangur. Her eru nógvir góðir og spennandi leikarar á veg. Úrslitini vóru eisini góð.

U13, U15

U13-árgangirnir hjá bæði gentum og dreingjum eru ikki so stórir. U13-gentur vóru nakrar, sum veruliga hava markerað seg í ár, so tað verður spennandi at fylgja við. U13-dreingir
komu seg væl ígjøgnum árið, og týðilig menning er at síggja. Serliga í seinnu hálvu.

U15-gentur er ein góður og spennandi árgangur, og vóru hesar vinnarar av steypakappingini og fingu eitt 3. pláss í FM. U15-dreingir vunnu somuleiðis steypakapping og fingu eitt 2. pláss í FM.

Tað, sum er serliga gleðiligt, er at U13- og U15-dreingir hava fingið eina heilt øðrvísi venjingarmentan, sum veruliga flytir hesar leikarar sera nógv, og vit síggja longu úrslit av hesum.

Eldru ungdómsdeildir

U17-dreingir er merkt av at vera ein lítil árgangur, men har var góð menning síggja, og vónandi fáa vit fleiri spennandi leikarar at síggja longur uppi um ikki ov langa tíð.

U18-gentur vunnu 2. árið á rað FM, og hetta er eitt gott tekin um, at Betri kvinnur hava gott í væntu.

Samanumtøka

Samanumtikið var árið 2019 sera gott, tá vit hugsa um menning av leikarum. Tey sosialu liðini hava eisini virkað væl. Vit hava havt fleiri ungdómsleikarar við ymiskum landsliðum, og væntandi koma vit at síggja enn fleiri í 2020.

Venjararnir í felagnum hava arbeitt sera væl og hava sín stóra heiður uppibornan fyri arbeiðið, teir hava lagt í felagið.

Menningin er eyðsýnd.
Ein ungdómsbólkur hevur havt ábyrgd av dagliga virkseminum í felagnum, og hevur hesin bólkur virkað væl. Saman við dómarasamskipara og leygardagssamskipara hevur árið sum heild virkað sera væl.

Spælara og limagjald

Á hvørjum ársaðalfundi er áseting av spælara- og limagjaldi á skránni. Á síðsta ársaðalfundi bleiv hetta hækkað nakað, sum vit mettu var ein rættvís øking í mun til, hvat vit sum felag geva aftur. Tíanverri bleiv hetta ikki væl móttikið av øllum.

Sigast skal, at vit altíð sum felagsskapur hava tikið atlit til tey, sum ikki kunnu bera henda kostnað.

Okkara mál er at hava fleiri løntar ungdómsvenjarar, sum kunnu skipað fyri venjing í øllum ungdómsdeildum.

Samstundis síggja vit, at aðrar kommunur geva borgarunum eitt borgarakort, áljóðandi 2.000 kr., sum kunnu nýtast til eitt nú limagjøld til feløgini í økinum. Fleiri kommunur eru í holt við at gera tað saman.

Vit síggja spenningi fram ímóti, at okkara kommuna fer at gera líknandi skipan og harvið fer at stuðla undir tað stóra arbeiði, sum KÍ og hini ítróttarfeløgini í býnum gera.

Stroyming av heimadystum

Vit hava altíð sum felag roynt at miðla okkara dystir á bestan hátt. Í fleiri ár hevur samstarv verið við Norðlýsið um at leggja hæddarpunktini frá dagsins dysti út á teirra heimasíðu.
Vit hava eisini havt samrøður við høvuðsvenjara sum upptakt til dagsins dyst og lagt samrøðu út á okkara miðlar.

Eftir at hava hildið okkum uttan fyri stroymingina hjá Televarpinum hetta fyrsta royndarárið hjá teimum, meta vit, at føroyskur fótbóltur er fátækari uttan KÍ. Tí vilja vit gleða okkara fjepparar og føroyskan fótbólt og boða frá, at KÍ frá og við 2020 er við í stroymingini hjá Televarpinum.

Hetta vil gleða okkara nógvu fjepparar, sum ikki eru her á landi.

Frambrot við Djúpumýru

Vísandi til heildarætlanina fyri Djúpumýru, var tað frambrot í 2019, at nýtt teppi varð lagt á, og nýggj ljós, sum lúka altjóða krøv, vóru sett upp.

Tað er fløvandi og stuttligt at síggja, at byggingin av Bláa skýli gongur við nógvari ferð. Somuleiðis er tað ein fragd fyri felagið, at borgarstjórin hevur garanterað, í tøttum samstarvið við KÍ, og at hetta stendur liðugt til Champions league í juli 2020, umframt at 700 nýggj áskoðara sitipláss, sum verða gjørd aftur at Bláa skýlinum, verða klár til Champions league dystirnar í summar.

Yvirordnað verður mett, at týdningarmiklasti faktorurin fyri at KÍ framhaldandi kann halda seg á toppinum í føroyskum fótbólti, er visjónin og viljin hjá Klaksvíkar kommunu at nútímansgera rammurnar hjá felagnum.
Hóast stórar íløgur verða gjørdar við Djúpumýru í løtuni, er neyðugt at halda fram við útbyggingini.

Tí er tað millum annað alneyðugt, at skúlastovurnar í KÍ- høllini verða umvældar/broyttar til aftur at verða høli hjá KÍ, nú skúlin langt um leingi flytur aftur í egin høli.

Endi

KÍ hevur megnað at nátt sínum málum. Felagið er í dag tað besta í Føroyum og í framhaldandi menning á øllum økjum. Nú er stóra arbeiðið at halda fast og at náa enn longur.

Samanlagt endaði KÍ á øðrum plássi yvir heiðursmerkir í 2019. 6 gull, 3 silvur og 2 bronsu heiðursmerkir bleiv samlaða úrtøkan hjá KÍ.

Tað gongur ómetaliga væl.

2019 bleiv okkara ár, alt eydnaðist væl.

Nevndin, venjarar, liðleiðarar, hjálparfólk av ymiskum slag, leikarar, stuðlar, kommunan og viðhaldsfólk og onnur hava staðið saman um KÍ enn einaferð í 2019. Lat okkum halda fram við hesum.

Stóra tøkk fyri tað stóra arbeiðið, sum tit øll kring KÍ hava lagt í felagið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja