Lýsing
Lýsing
Lýsing

Enn ein dagur í St. Pætursborg

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir Dávur Winther  |  29.01.2020 - 02:45 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár vóru vit og vitjaðu á einum barnabókasavni í Pusjkin, har tey í Puskjin-økinum hava 12 bókasøvn. Hesi snakka øll saman umvegis netið og læna bøkur frá hvørjum øðrum, um tað skuldi verið neyðugt.

Tey eru í ferð við at byggja eitt nýtt bókasavn, sum hevur fingið stuðul frá St. Pætursborg við 29 mill rublar. (1 kr. = ca. 10 rublar)

Viðskiftafólkini hjá bókasøvnunum kunnu umvegis netið umbiðja bøkur. Tær bøkur, savnið ikki hevur, verða umbidnar aðrastaðni frá.

Verandi barnabókasøvn hava sín uppruna frá 1946, har fólk eftir kríggið tóku seg saman at stovna bókasøvn við bókum, sum fólk í býnum góvu til endamálið. Hetta var ein svár tíð, har nógv varð gjørt fyri at lætta um og tá serliga hjá børnunum.

Á bókasavninum hava tey eina verkætlan, sum tey kallaðu ”Við opnum hjarta”, har tey skipa fyri ymiskum kreativum s.s. tónleik, tekna, byggja lutir, gera einglar um jólini, seyma og gera lutir úr pappíri o.a.

Summi av børnunum hava eitt baldrut lív, men njóta gott av at koma higar at fáast við mangt ymiskt, umframt at læna og lesa bøkur. Tey gera kalendarar við børnunum, skipa fyri lestrarkvøldum og annað mangt.

Her eru nógv ymisk søvn í býnum umframt parkir, og so ikki at forgloyma standmyndina av Pusjkin, sum varð krógvað burtur undir krígnum, so hon ikki varð bumbað, sum so mangar aðrar. Standmyndin varð tikin framaftur eftir kríggið, við nógvum kenslum – Hesum eru myndir og filmsbrot av, sum vit hava sæð nakrar ferðir til tey ymsu høvini, vit hava vitjað.

Eina ferð um mánaðin skipar bókasavnið fyri tiltaki fyri ungum við skerdum førleikum, teirra millum blindum, og so vitja tey eisini fólk á sjúkrahúsum við bókum.

 

Kreativur studentaskúli

Vit vitja eftir bókasavnið ein miðnámsskúla, har tað ganga 1300 næmingar – tað er ókeypis at ganga her, legði rektarin herðslu á. Tó at tað er ókeypis í nógvum londum, vit kenna, so eru fleiri, har tað kostar ikki so lítið.

Á skúlanum verður undirvíst í list í breiðari merking, tónleiki, leiklist, list og bókmentum. Vitjað varð á ymsu deildunum og vóru øll sera fyrikomandi, har vit eisini fingu onkrar ljóðroyndir – bæði av heilt ungum næmingum og lærarum á skúlanum.

Í tí eina salinum stóð eitt pípuorgul frá 1800-talinum, men sum umvegis fleiri umvælingar enn var væl koyrandi.

Á bókmentadeildini var eitt rúgvusmikið savn við bókmentafólkum og verkum teirra, har kanska eina mest var gjørt burtur úr kendu Anna Axmatoba 23. juni 1889 - 5. mars 1966, og var hon einaferð í uppskoti til Nobel-virðisløn. Hennara bókmentur vóru kanska so mikið fyri sína tíð, at sumt av tí varð forboðin lesnaður.

 

Konsert

Dagurin endaði við eini konsert við einum av mongu symfoniorkestrunum í St. Pætursborg – ein minniskonsert, um at tað í ár eru 75 ár liðin síðani St. Pætursborg eftir 900 dagar í óendaligum  bardaga og óskiljandi oyðileggingum, aftur gjørd frælst í 1944 frá týskinum.

Borgarstjórin í Pusjinski helt røðu og fleiri við honum. Tónleikurin, sum var avbera væl spældur við kvinnu- og mans solosangi, var týðiliga dapur eins og frásøgurnar í sanginum.

Til hesa konsertina, sum var í eini rímiliga stórari býarhøll, vóru at kalla bert eldri fólk og fleiri teirra bóru ymisk heiðursmerki – ivaleyst frá krígnum. Eg sat við síðuna av einum eldri russa, sum ikki kundi bara sær at syngja við í fleiri førum, tó at tað var lagaliga okkara millum.

Meðan sangurin og spæli gekk frá symfoniorkestrinum vóru rámandi myndir og filmsbrot á bakvegginum frá óskiljandi oyðileggingum av býnum – søga, ið vit eiga at læra av.

 

Vinarbýarsáttmáli

Í dag verður so vinarbýarsáttmálin millum Klaksvík og Pusjkin undirskrivaður, har borgarstjórarnir kunna um býirnar báðar, Pusjkin, sum er ein økispartur av stóru St. Pætursborg og Klaksvík, Norðoya móðir, sum Bernhard Brim kvøður.

Eftir hetta verður so formligur fundur býirnar millum, har neyvari verður sett orð á samstarvið, som longu letur upp fyri mongum ymiskum, sum verður at frætta um, sum frá líður.

Ikki skerst burtur, at samstarv hevur verið millum Russland og Føroyar á fiskivinnuøkinum síðani 50-ini, og í dag verður størsti partur av fiskaúrdráttum, sum koma frá Føroyum uppskipaður til St. Pætursborg, hagani ein partur so verður skipaður víðari til onnur øki í Russlandi. Her kann leggjast afturat, at tað eru ikki so lítlar nøgdir, sum koma frá Klaksvík.

Klaksvík sær nógvar møguleikar í hesum vinarbandi - vinnuliga og mentanarliga, við mentanarháborg Russlands, St. Pætursborg – tá serliga Pusjkin, sum er ein av 18 økispartum í St. Pætursborg við sinum um 6 mill. innbúgvum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…