Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rokfiskiskapur hjá útróðrarbátunum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.02.2020 - 10:07 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað mundi verða mangur, sum um vikuskiftið hugsaði, at nú fór helst endi at vera á góða fiskiskapinum hjá útróðrarbátunum. Vit minnast høgu flóðina ella sunamina norðuri í Hvannasundi fyri árum síðani tá okkara Grímur Lassen, sáli, segði at hýsan bleiv burtur. Sera høg flóð hevur verið seinastu dagarnar, men tíbetur. Ímorgun hava útróðrarbátarnir fingið sera væl:

Stakkavík 8.500 pund, Bragd 14.000, Líðhamar 17.200, Norðsøki 16.200 og Bjørgvin 7.600. 

Sum skilst hevur stórur partur verið av toski í morgun. Tá vit tosaðu við Norðsøka segði Heri Vang, at meira rogn var í fiskinum í morgun. "Vit hava higartil tikið um 20 kilo av rognum, men í morgun hava vit tikið 80 kilo". Norðsøki er á Eiði og avreiður.

Vit hava ikki frætt frá Brandi og Anru í morgun, kanska frætta vit frá teimum seinni í dag.

Um fýratíðina í dag frættu vit frá Kallanes. Teir høvdu verið úti á umleið 14 fjórðingum í dag og høvdu heili 9.500 pund á 36 stamåum. Kári Klettskarð í Kongsstovu, skipari segði at góð helvtin var góður toskur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…