Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gassspreingingin í Nuuk fyri 50 árum síðani

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.02.2020 - 11:43 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tveir mans við beinleiðis tilknýti til Klaksvíkar doyðu í syrgiligu vanlukkuni í Nuuk, tá ein bygningur í trimum hæddum við 13 íbúðum, varð lyftur upp frá í eini gassspreinging og 10 mans mistu lívið. Tó arbeiddu umleið 40 fólk í hesum íbúðarblokkinum, blokki 5, hendan dagin. Men Gassspreingingin hendi klokkan tveir minuttir yvir tvey ein leygardag og tí var ein stórur partur av arbeiðsfólkunum farin til døgurða.

Ein eldsál, Erla Vinther, ið hevur ættarbond til Norðragøtu hevur kent á sær at tað er umráðandi at seta upp eitt minnismerki um vanlukkuna. Erla átti ein pápa, ið júst var komin út úr bygninginum har hann arbeiddi, tá vanlukkan hendi í viðtalu við grønlendskt blað sigur hon millum annað.

“Eg havi í 12 ár stríðst fyri einum minnissteini yvir teir 10 sum doyðu í vanlukkuni tá blokkur 5 sprongdist í luftina í mars 1970. Nú er tað endaliga eydnast mær.

Eg haldi at eg fari at kenna frið við meg sjálva, tá hetta nú gerst veruleiki. 14. mars, hvørt einasta ár, líkamikið hvar eg havi verið, er blokkur 5 komin mær til hugs. Í 2008 kendi eg at hetta ikki kundi halda áfram. Eg mátti gera eitthvørt, tí hetta sat í høvdinum og eg kenni á mær, at ofrini hava uppiborið at nakað verður gjørt fyri minnið.

Kommuna hevur játta 40.000 krónur til minnissteinin, sum verður gjørdur í Ikast, tí tað er tað, peningurin røkkur til…..

… Spreingingin hevur alla tíðina ligið í minninum hjá Erlu Vinther. Pápi hennara, Egil Hansen úr Norðragøtu, var rørleggjari og arbeiddi í bygninginum. Hann var farin umleið eitt minutt áðrenn spreingin hendi, tað bjargaði lívi hansara. Erla er 10 ár tá og var í skúla. Vinmaður hennara í skúlanum var ikki so heppin, hann hevði ein pápa, sum var í blokkinum, sum misti lívið.

—-

41 íbúðir vóru í hesum stóra blokkinum. Ætlanin var, at bygningurin skuldi avleverast vikuna eftir, tað vil siga, at handverkararnir vóru um at vera lidnir við arbeiðið. Ein torir ikki at hugsa um hvat kundi hent, um so var, at 41 familjur vóru fluttar inn áðrenn spreingingin hendi. Um fýra búðu í hvørjari íbúð, so høvdu møguliga úti við 200 fólk ligið undir knústu restunum av betongbygninginum.

Ætlanin var, at allar íbúðirnar skuldu hava gasskomfýr. Hetta arbeiðið var gjørt, gasskomfýrur var instaleraður í hvørja íbúð. Tó var gassgoymslan uttanfyri og hagani gekk leiðing inn í krúpu kjallaran. Leiðingin var gjørd av samanloddaðum koparrørum. Sagt verður í eini kanning, sum er gjørd, at ongin útlufting var í krúpikjallaranum og at kanning hevur kunna staðfest, at tvær loddingar ikki hava verið sum tær áttu, tí hevur gass likið út. Mett hevur verið at umleið 125 kilo av floskugassi hava verið í krúpukjallaranum tá spreingingin hendir.

Eygnavitni siga frá:

Erik Hjerresen: Búði í Blokki P nr. 510- Leygardagin aftaná skúlan, klokkan 12 sat eg og gjørdi skúlatingini. Hví veit eg ikki, tí eg plagdi aldrin at gera skúlating.

Tá í tíðina royndi man brandlúðurin kl. 12. - 2 minuttir seinni er ein øgiligur brestur. Stólurin eg sat á lyfti sær á og lúðurin byrjaði aftur at ýla. Fór inn í køkin, har eg sá beinleiðis á blokk 5 - hann lá í sorli. Eg fór út á svalan og sá at nógvir rútar í okkara blokki vóru knústir. Sá nógvar kvinnur , sum bløddu koma út úr vaskarínum á blokki 6. Tær høvdu fingið glas á seg um alt likamið. Rann oman trappurnar yvir at blokki 5. Sløkkiliðið var enn ikki komið. Pápi mín fekk frí kl. 12, eg møtti honum á veg yvir. Vit leitaðu eftir fólki sum kanska vóru sloppin frá brestinum við lívinum. Pápi mín hoyrdi ein mann undir sorlaðu múrunum. 12 tímar seinni bleiv hann tikin upp, men hann doyði seinni av løstunum hann hevði fingið..

Karl Christensen: ……meðan eg hugdi at blokki 5, hendi spreingingin … eg kenni trykkbylgjuna, koppar og talekrar fúka runt í køkinum. Eg sá at blolkur 5 lætti sær upp frá og rapaði so sum eitt korthús. Eitt stórt stykki av betong fleyg ímóti skúlanum, sum stóð í gerð skamt hagani, bilar, ið eru parkeraðir við blok 5 blíva slongdir runt. Eg bleiv bangin eina løtu, tók klæðini lat meg í og rann yvir móti blokki 5. Eg eri ein av teim fyrstu sum kemur til blokkin og spakuliga koma onnur. Fyrst er púra stilt, eg síggi brotnar rútar í blokki 4 og blokki 6 og eg síggi mong, ið hava fingið sár í andlitið av glasi og panikkur byrjar at koma á fólk…. eg minnist at allir gaskomfýrarnir blivu útskiftir, eisini teir í okkara blokki.

Eli Damberg: Beint sum eg og arbeiðsfelagin koma inn í mittastu uppgongina kunnu vit lugta gas. Vit siga tað beinan veg til formannin, su logaði at lata tað ganga víðari, men nú skuldu vit í gongd við arbeið okkara. … og so, klokkan nakað yvir tólv kom buldrið. Eitt óhoyrt óhugnaligt drøn. Eg bleiv vektleysur. Hekk í veruleikanum í luftini, ímeðan gólvið hvarv undir mær. Eygnavitni hava áður sagt frá at bygningurin bleiv lyftur ein metur upp frá jørðini og datt síðani sundur sum eitt korthús….

Leygardagin 14. mars kl. 12.02

Meira um hátíðarhaldið, sum er ásett at vera neyvt 50 ár aftaná spreingingina í Nuuk og tað er leygardagin 14. mars klokkan 12.02.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund