Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður á kurteisivitjan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november mánaði 2019. Her avmyndaður við stjórunum á ávíkavist SS og KS | Mynd: Dávur Winther

Landsstýrismaðurin svarar ikki upp á brotið sum umsitingin hevur gjørt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.02.2020 - 18:39 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Tað stendur rimmarfast, at pr. í dag, 17. februar 2020, hevur landsumsitingin í síni leiðslu- og roknskaparskipan strikað stjóran á KS og stjóran á SS sum stovnsleiðarar og hevur harvið tikið fíggjarligu stjóraheimildirnar frá hesum báðum á teirra egnum stovnum, og hevur sett stjóran á LS sum stovnsleiðara ístaðin. Hetta er hent í dag og tað er eitt brot á løgtingssamtyktir!!

Tá ið nýggi bygnaðurin fyri sjúkrahúsverkið varð samtyktur á Føroya Løgtingi, lovaðu allir teir løgtingslimirnir, ið samtyktu hesa skipan, at sjúkrahúsini framhaldandi fóru at hava bæði (1) sína egnu játtan og (2) sína egnu, sjálvstøðugu leiðslu (stjóra), sum framhaldandi fór at stýra hesum viðurskiftum á KS og á SS.

Og líka síðani – til í dag – hevur hetta lyftið verið hildið, men nú kláraðu tey í Havn ikki at bara sær longur, men máttu taka næsta stigið fram ímóti avtøku av KS sum  sjálvstøðugt sjúkrahús við egnum stjóra VIÐ stjóraheimildum og ikki bara við einum heiti sum stjóri.

Tí er tað ógvuliga symptomatiskt og syrgiligt í dag at lesa, at landsstýrismaðurin – eftir at hesar óheimilaðu broytingar eru gjørdar av hansara umsiting – nú hetta brot er uppdagað, kemur fram á torg og tosar uttanum og kallar tað eina ein “tekniskan/løgfrøðiligan trupulleika, at hansara umsiting hevur tikið allar fíggjarligar stjóraheimildir frá Alexandru á Dul, stjóra á KS, og hevur givið hesar heimildir, at stýra øllum pengunum á KS, til stjóran á LS.

Hetta finna vit okkum ikki í,  og hetta  eiga heldur ikki okkara umboð á Føroya Løgtingi at góðtaka undir nøkrum sum helst umstøðum – tí til í gjár stóðu báðir stjórarnir, Hans Pauli Henryson og Alexandra á Dul, skrásettir sum stovnsleiðarar fyri hesar stovnar sínar í fíggjarskipan landsins – men í dag er hetta broytt, Kaj Leo Holm Johannesen, og tað er ikki til at tosa uttanum, tí hetta  merkir, at Alexandra á Dul kann pr. í dag ikki gera av, hvussu játtanirnar á KS  skulu brúkast – tað ger Steinar Eirikstoft, stjóri á LS 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…