Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Icelandair fer at flúgva alt árið

SKRIVAÐ: Vága Floghavn  |  28.05.2026 - 17:42 Tíðindaskriv Vinna

- Flogið verður tríggjar ferðir um vikuna í vetur

 

Íslendska flogfelagið Icelandair fór í summarhálvuni í 2024 undir regluliga ferða­fólkaflúgving millum Keflavík og Vágar, og undirtøkan var stór frá byrjan. Icelandair hevur í tíðindaskrivi í dag boðað frá, at nú fara tey somuleiðis undir vetrarflúgving. Hetta merkir, at talan frá í vetur verður um flúgving alt árið.

Tá flogið verður mest á sumri verður flogið seks dagar um vikuna, og í vetur verður talan um tríggjar dagar: mánadagar, mikudagar og fríggjadagar.

“Hetta eru sjálvandi sera góð tíðindi fyri Vága Floghavn, og eg hugsi fyri føroyingar í heila tikið. Hetta letur upp fyri møguleikum, sum vit fyrr ikki hava havt um veturin, serliga fyri innkomandi ferðslu”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

“Icelandair flýgur til seytjan ferðamál í Norðuramerika, og við at Vága Floghavn gerst partur av rutunetinum hjá teimum verður munandi lættari hjá ferðandi úr Amerika og Kanada at leita sær hendan vegin, umframt úr so at siga øllum Europa. Hesi seinastu tvey árini við regluligari flúgving hjá Icelandair hava víst, at vit á henda hátt fáa fatur í einum heilt nýggjum kundagrundarlagi.

Icelandair nýtir flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina.  Hesi taka 76 ferðandi og túrurin tekur umleið ein tíma og trý korter.

“Hetta er ógvuliga spennandi fyri menningina av føroyskari ferðavinnu, og møguleikanum fyri at spjaða ferðsluna til størri part av árinum. Tað er neyvan ivi um, at hetta fer at hava jaliga ávirkan á ferðslutølini hjá Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild”, sigur Regin I. Jakobsen at enda.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Norð­oyastevna program 2026
Icelandair fer at flúgva alt árið
Starvs­felagið nýggjan 1-ára sáttmála
Játtan til høvuðs­útbúgvingarstørv er týð…
Almenn móttøka á Sjóndepli­num
Barna­súkkling á Norð­oyastevnu
Bókasavnið á Norð­oyastevnu
Árligi barna­fagnaðu­rin á skránni í dag
Sjúkra­húsverkið kunnaði um krabba­meinsát…
Annfinnur og Jóan Petur vitja Norðlysið
Lands­stýrið tikið lán á 900 mió. kr.
Handlikraftin á muni
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Elding Business letur nýggjan handil upp…
Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini
Kondibingo á Norð­oyastevnu
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Lýsing