Starvsfelagið nýggjan 1-ára sáttmála
Starvsfelagið hevur í dag undirskrivað nýggjan 1-ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið, galdandi frá 1. oktobur 2025 til 30. septembur 2026
Sáttmálin byggir á samlaða lønarkarmin á 3,87 prosent. Av hesum verða 0,23 prosent nýtt til umflokkingar galdandi frá 1. oktobur 2025.
Restin av karminum, 3,64 prosent, verður lagdur beinleiðis omaná lønina hjá øllum limum í Starvsfelagnum, sum eru fevndir av sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið.
Lønin verður regulerað aftur til 1. oktobur 2025. Væntanin er, at eftirreguleringin verður útgoldin í lønarflytingini fyri juni mánað.
Tað eru nú nærum 9 mánaðir síðani sáttmálin fór úr gildi. Tí hava partarnir arbeitt fyri at fáa avtalu um, hvussu lønarkarmurin galdandi frá 1. oktobur 2025 skuldi brúkast, soleiðis at limirnir skjótast gjørligt fáa ta løn, sum tey eiga til góðar.
Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið eru samstundis samd um, at samráðingarnar um komandi sáttmála, galdandi frá 1. oktobur 2026, fara í gongd beinanvegin. Málið er at koma ásamt um nýggjan sáttmála, áðrenn verandi sáttmáli gongur út 30. septembur 2026.
Samráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) eru eisini farnar í gongd, og partarnir hittast aftur skjótast gjørligt. Málið er, at ein nýggj avtala verður undirskrivað áðrenn summarfrítíðina.