Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta er ískøld neyðtøka av Klaksvíkar Sjúkrahúsi

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  18.02.2020 - 14:34 Lesarabrøv Politikkur

Soleiðis fellur ein skansi fyri og annar eftir, ministarin sigur seg onki vita

Lat meg byrja við at siga, at eg kenni ikki málið meiri, enn tað, sum fram er komið fyrst í Norðlýsinum og síðani í øðrum miðlum.

Í samband við Klaksvíkar Sjúkrahús, so fellur ein skansi fyri  og annar eftir. Tað hevur tað gjørt nú í mong ár og hóast av og á eru lovað bót og bati, dettur hetta aftur í somu grøv.

Tað má vera í heilt fáum støðum í øllum Norðurlondum, at tikið verður frá stjóra á einum almennum og privatum stovni, sum nú Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at stjórnar- og váttanarrætturin verður tikin frá honum. Har sum tað er hent, hevur tað havt vánaligar fylgjur.

 

Ministarin veit onki

Tá nú Landsstýrismaðurin – ministarin – fyri Sjúkrahúsverkið, Kaj Leo Johannesen, sigur, at “hann onki hevur við hetta at gera”, so er ilt at skilja, hvør so hevur tað.

Í øðrum lagi verður neyðugt at biðja ovasta myndugleikan, sum er løgtingingið, har eisini fólk úr Norðoyggjum og Suðuroynni eru umboð, um at taka sær av málinum, og vísa ministaranum, hvussu fram eigur farast.

Tað ber heilt einfalt ikki til at taka stjórnar- og váttingarrættin frá einum stjóra.

 

Líknandi hevur fyrr verið gjørt

Lat meg enda við at koma aftur í søguna, tá nakað líknandi varð sett út í kortið fyrst í 1990unum.  Tá segði eg við flokkin eftir harmiligt stríð , um hatta verður samtykt, sigi eg meg úr samgonguni, tað varð samtykt. Eg segði meg úr samgonguni.

Havi kent  meg væl við hesi risaavgerð eg kendi meg ikki at kunna liva við einum tílíkum álopi á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Lat meg at enda siga, beint eftir varð løgtingsval og málið var ongantíð gjøgnumført. Eg var ikki valdur aftur til tað valið, men síðani var eg afturvaldur inntil eg sjálvur segði meg frá, og slapp eisini í mong ár afturat at sita sum borgarstjóri.

So er alt sagt. Hetta er søga og kanska onkur sigur “gamlamannasnakk”. Men lat meg siga tykkum, at tað er meiri enn tað!

Sum nevnt, hetta er ein beinleiðis ískøld neyðtøka av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og veit Kaj Leo Johannesen, sjálvur ministarin onki um hetta álopið, so eru tað embætisfólkini, sum gera sum teimum hóvar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…