Lýsing
Lýsing

Njál og lívsleið hansara

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  18.02.2020 - 23:55 Mentan Myndarøð Tíðindi

Njál Djurhuus greiddi hugtakandi frá hendingaríka lívi sínum - m.a. frá sínum virksemi at fáa tey, ringast støddu, upp undan aftur. Hetta í Miðhøllin á Skúlatrøð í kvøld

Njál byrjaði við at endurgeva franska forsætismálaráðharran, François Mitterrand: ”Tað eru ov nógv, sum liva í einum óveruligum heimi, og liva sum reyparar og onnur sum húklarar”.

”Tað, sum ræður um, er, at vera sannur móti tær sjálvum. Tað er umráðandi at leggja orku í tað veruliga arbeiðið”.

Hesum tekur Njál undir við, og leggur aftuat, at arbeiðsgleiðin er tann gleðin, ið samstundis heldur longst á.

Ein tann fyrsta myndin í framløguna hjá Njál var av konuni, Ernu, ið nýútkomna bókin um Njál, sum Óli Jacobsen hevur skrivað, er ognað Ernu.

Tá steðgaði Njál á og las eina yrking eftir skyldmannin Tongla-Tummas ella Tummas Napoleon Djurhuus: Átjan

 

Tú ert enn so dárandi ung
– sum nýborið vár,
ið vitjar heimin
á sólgyltum flytfuglaveingjum
– tú ert einans átjan ung ár.

Tú ert enn so eggjandi rein
– sum perlandi tár –
sum døgg hin, ið skírdi
vársins fyrstsprotnu nálir
– tú ert einans átjan ung ár.

Tú ert enn so lekjandi góð
– hevur ongum veitt sár,
ið bløðir í loynd, sum tær flestu.
Tí ert tú dreymakvinna mín
– tú, ið ert einans átjan ung ár.

 

Á hesi myndini er Erna átjan ár

Njál fjaldi ikki, at Erna hevði havt sera stóran týdning í lívi hansara og hevði verið honum ein góð hjálp – og saknar hana nógv. Hon doyðið bráðliga fyri tveimum árum síðan.

Greitt varð frá ættarbondum, og at tá ið tey fluttu úr Kollafirði, fluttu inn á Portigalið í Tórshavn. Njál røsti føroysku kvinnunum, sum stýrdu heimunum hegnisliga.

Snakkaði um langommuna og langabban, Napolion Hansen, sum hann hevði nógv gott at bera. Tey fingu 12 børn og mistu 7 av børnunum. Havið tók tríggjar, meðan hini fóru av sjúku.

 

Mamman

Suffía, mamma Njál, arbeiddi í fiski hjá Karl á Lag. Hon kom heim ein dagin og greiddi frá, at hon var sjúk. Læknin kemur og finnur útav, at mannan, sum 16 ára gomul, var blivin við barn. Hon var vorðin góð við ein hermann James McKay.

Njál vaks upp í eini stórari familju, sum taldi tilsamans 10 systkin umframt foreldrini.

Hann fekk ein góðan barndóm, og Njál minnist einki til, at hann varð happaður. Hansara familja vardi hann, men hinvegin fekk mamman, Sofía at hoyra fyri sítt ”brotsverk.” Hetta skapti hjá henni ein hug at hjálpa teimum veiku, ein kensla, sum seinni gjørdist drívmegin hjá Njáli.

Sum Njál vaks upp fekk hann hug at vita, hvør pápin var. Tað eydnaðist eisini, men tá var hann deyður. Tó fann hann sína ætt í Skotlandi. Tað vísti seg, at pápin var ein heiðursmaður. Hann var góður við Sofíu og vildi fegin hava samband við sín lítla son. Men hesum foraðu omman og abbin fyri, uttan iva í góðari meining.

Mamman fortaldi njál ongantíð um hendingina. Tá ið Njál kom í verðina, fór jarðamóðurin heim til sín eftir klæðum til lítla dreingin og keypti eitt teppi, sum hon ballaði dreingin inn í og gav mammuni hann.

Njál byrjaði sum ungur at ganga Felsunarherinum. William Booth (10 apríl 1829 – 20 august 1912), var stovnarin av Frelsunarherðinum. Hann segði m.a. ”So leingi sum kvinnur grátað og børn ganga svong, vil eg stríðast”.

Mamman fann útav, at tey í tí ”Kristna systeminum” dámdu væl at slatra og finnast at: ”Hatta er ikki loyvi”, ”Hatta mást tú ikki”, greiddi Njál frá – Tit, sum eru í tí ”Kristna systeminum”, varði tykkum, legði Njál dýran við.

Njál byrjaði at arbeiða á Gjaldsstovuni, sum honum dámdi væl. Men Petur Háberg mælti honum til at ”fara út at vera nakað fyri onnur”.

Tá ið Njál hevði gjørt av at fara til Noregs og vera nakað fyri tey á gøtuni, komu áminningarnar frá mammuni fram fyri hann: ”Ger ikki sum fleiri kristin – tú veist hvørja støðu eg eri komin í – verð fyri øll, sum tú vil, at øll skulu vera móti tær – ver líka móti øllum, um tey eru trúgvandi ella ikki”.

”Halt teg ikki til tað høgu, men til tað láu”, vóru ráðini hjá mammuni!

 

Ganga á gøtunum

Í 1985 heitti Njál á Frelsunarherin um at fáa loyvi at koma at ganga á gøtunum í hjálpararbeiði. Teir, søgdu nei. Men Njál segði, at hann hevði lovað mammu síni tað.

Tað eru eini 120, sum arbeiða frívilliga og ókeypis úti á gøtunum fyri Frelsunarherin. 260 doyggja um árið vegna rúsevnamisnýtslu – afturat tí doyggja fleiri, sum taka lívið av sær.

Hans, ein vinmaður hjá Njál hevði eina universitetsútbúgving og var gløggur. Okkurt gekk galið við ”vanliga lívinum” hjá Hans, so hann valdi gøtuna. Njál var troyttur, av fólkum, sum siga at misnýtarar eru býttir – teir flestu, hann kendi eru gløggir, men klára ikki dagin. Tá ið Hans doyðið, jarðaði Njál vinmann sín.

 

Brúðleyp

Einaferð hevði ein vinur hansara á gøtuni funnið ein brúðarkjóla, sum unnustan passaði. Tí varð avrátt, at tey skuldi giftast. Njál og konan Erna, gjørdu eitt brúðleyp fyri teimum – 150 komu í brúðleyp, sum Njál fekk vinnuna at stuðla.

Einaferð manglaði Njál ein buss. Hann fór so til eitt oljufelag at vita, um teir kundu hjálpa. Tað var ikki meir enn hálvtalað orð, so hevði Njá ein nýggjan buss. Men treytin var, at Njál og konan komu út á ein boripall, har tey sungu og høvdu eina hugnaliga løtu saman við manningini.

 

Stoltenberg

Dóttir Thorvald Stoltenberg, Nina, sum Njál kendi væl, doyði av rúsevnum. Njál kennir eisini væl Thorvald og sonin, Jens, sum er hægstur í ráðum í NATO. Njál helt nógv av familjuni, Stoltenberg, tí tey vóru opin um, at dótturin og systurin hjá Jens var misbrúkari.

Hann tók aftur íaftur, tey eru ikki býtt og heldur ikki dóturin, sum var missbrúkari.

 

Smukke Per

Tað var ein rámandi mynd av einum á gøtuni, Smukke Per, varð hann kallaður – Per kyssir Njál á pannuni. ”Kanst tú jarða meg, tá ið eg doyggi”? Hevði Per spurt Njál. ”Jú tað skal eg”, svaraði Njál.  

”Jeg er ikki red for at dø, men jeg er red for at leve”, hevði Per sagt Njál, sum stutt eftir jarðaði hann.

Per hevði givið Njál eina bíbil, men mátti sanna, at hann hevði stjolið hana. Tá ið Njál vidi gjalda handlinum fyri bíbliuna, segði handilsmaðurnin nei, takk, hasa skal tú eiga!

Njál takkaði fyri seg við at vísa myndir av drotningini, Sonju, sum var vinur teirra. Hon hevði vitjað tey illa støddu, sum Njál royndi at stuðla. Við ta einum móttøkuna fekk hann ein missbrúkara at taka í móti drotningini og taka í hond hennara. Hesum sóu tey øll størt í.

Njál var hugvekjandi at lurta eftir og lættur í sinni, tó at søgurnar vóru hugtungar - summar.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin