Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torraskráin mikudag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.02.2020 - 07:00 Mentan Tíðindi

Vit hava kaga í skránna fyri í dag

Mikudag 19. februar

 

Gamla Seglhúsið

 

Kl. 14 – 17              Listaframsýning við Arnold Vegghamar

 

Kl. 11.30 – 19        Fiskaborð á Café Gloria

Møguleiki verður at velja millum fleiri fiskarættir, lyppir, kjálkar, salfisk, knettir, frikadellir, feskan fisk - livur og rogn, og annað.

Eisini verður kaffi/te og køkur

 

 

Smæran

 

Kl. 15.00 Jógvan Arge greiðir frá

“Karin K” við útróðrarbátum í Eysturgrønlandi í 1959

Ein til tíðir hættislig ferð

Eisini verður kaffi/te og køkur afturvið einum góðum práti

 

 

Atlantis Bio

Kl. 17.00            Sonic the Hedgehog  

Familjufilmurin Sonic the Hedgehog er bygdur á SEGA spølini við sama navni um bláa flogkvika tindasvínið. Sonic er júst komin til jørðina frá einari fjarskotnari verð, tá hann hittir politistin Tom.

 

Atlantis Bio

Kl. 19.00            Birds of Prey

Filmurin ‘Birds of Prey’ er bygdur á DC teknirøðina við sama navni, og Margot Robbie er aftur í leiklutinum sum Harley Quinn, sum vit á fyrsta sinni hittu í Suicide Squad.

Jokarin og Harley Quinn fara frá hvørjum øðrum, og Harley missir sína friðhalgan í Gotham, og hevur brádliga allar brotsmenn í býnum sum fíggindar

     

Miðhøllin á Skúlatrøð

 

kl. 19.00  Fiskivinnutingið – almennur kjakfundur

   Floksformenn á tingi taka samanum verandi firkivinnulóggávu

   Kringvarpið sendir beinleiðis frá fundinum.

Lógin um sjófeingi hevði bara tvey ár á baki, áðrenn umfatandi broytingar vórðu gjørdar av samgonguni, ið tók við eftir løgtingsvalið í fjørheyst.

Á Torradøgunum fara politisku flokkarnir m.a. at geva sítt stutta og neyva boð uppá, hvussu fiskivinnupolitiska kósin broyttist við nýggju lóggávuni, ið kom í gildi á nýggjárinum.

 

 

Klaksvíkar Bókasavn

kl. 19.30 Bindiskeið við Sára Mrdalo frá Navia

Vit fara at binda hol- og strukturmynstur. Eisini fara vit at læsa av við nál og binda raglan.

At hava við: stokkar nr. uml. 4 og hóskandi tógv í tveimum ymiskum litum (helst ljósar litir) og eina stoppinál.

Bókasavnið bjóðar ein drekkamunn.

 

 

 

Christianskirkjan

kl. 19.30 Klaksvíkar Hornorkestur - Soirré í Christianskirkjuni

Undir leiðslu av Fionu Parker spælir Klaksvíkar Hornorlkestur kendar og fjálgar horntónar.

Klaksvíkar Hornorkestur hevur tveir leiðarar, bæði Fiona Parker og Daniel Rye stjórna orkestrinum.

Urguleikarin, Jóhanna Johannessen, luttekur eisini við solostykki á urgu. Aftaná er ein drekkamuður í kirkjukjallaranum, har øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Storeldur í einum íbúðarblokki í Esbjerg
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…
Fólka­flokku­rin: lands­flokkur, mansflokku…
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino
Nýggjársbálið í Hvannasundi avlýst
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini